Trífaldu HM-vinnararnir, Danmark tykjast at vera væl fyri til EM-endaspælið í manshondbólti, ið byrjar í komandi viku, har Danmark er í innleiðandi bólki F saman við Kekkia, Portugal og Grikkalandi.
Danmark tryggjaði sær í dag sigurin í Golden League kappingini við stórsigri 32-18 á Niðurlondum í Odense.
Niðurlond fingu ikki eitt bein til jørðina í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Danmark á odda 19-5. Í fyrra hálvleiki bjargaði dagsins maður, Emil Nielsen (myndin) 74 prosent av niðurlendsku málroyndunum.
Í seinna hálvleiki slapp havnarmaðurin, Jóhan á Plógv Hansen á vøllin, og hann fekk skotið nøkur vøkur mál seinastu løtuna.
Fyrr í dag vann Egyptaland 28-23 (10-13) á Noregi.
Danmark vann Golden League við fimm stigum, Egyptaland var nummar tvey við fýra stigum, Noreg nummar trý við trimum stigum, og Niðurlond endaðu aftast við ongum stigi.
Komandi hóskvøld klokkan 19.30 spælir Danmark móti Kekkia í München.