Seks tímar áðrenn Iran sendi rakettir ímóti tveimum herstøðum í Irak, vistu danska stjórnin og verjan um, at álopið fór at koma.
Tað siga fleiri keldur fyri TV2.
Danski verjuovastin, Bjørn Bisserup, hevur áður váttað fyri Ritzau, at Danmark fekk eina ávaring um ætlaða álopið.
Men TV2 hevur nú frá fleiri keldum fingið at vita, at ávaringin til donsku stjórnina kom seks tímar, áðrenn fyrsta rakettin rakti Al-Asa-støðina í Irak, har tað tá vóru 130 danskir hermenn.
Eingin fekk skaða í álopinum.
Álopið var framt afturfyri at USA hevði dripið hámetta iranska herovastan Qassem Soleimani fríggjadagin í síðstu viku.
Eftir rakettálopini á støðinar valdi danska stjórnin at taka flestu hermenninar úr Al-Asad-støðini og út úr Irak.
Teir umleið 100 hermenninir, sum skulu flúgvast úr Irak, hava havt sum uppgávu at venja irakiskar hermenn á støðini. Men nú er ein skái í hesi uppgávu vegna spentu støðuna í økinum.
Sambært Peter Viggo Jakobsen, lektara á Forsvarsakademiet, gevur tað meingin, at Danmark varð ávarað í so góðari tíð.
– Iranar hava sagt ógvuliga týðuliga, at teir ynskja ikki, at teirra sonevnda hevnd skal útloysa eitt amerikanskt mótsvar. Tí hava teir gjørt alt fyri at forða fyri at drepa amerikanska hermenn, sigur hann við Ritzau.
Sjálvt um ávaringin kom í góðari tíð, hevur tað eftir øllum at døma ikki verið gjørligt hjá amerikansku samgonguni á støðini at skjóta rakettina niður.
– Tað krevur, at tú hevur Patriot-rakettskipanir ella annað á støðini. Tað hava amerikanarar ikki. So teir hava ikki havt tær hernaðarskipanir, sum skuldu til fyri at skjóta slíkar rakettir niður, sigur Peter Viggo Jakobsen.
Stutt eftir álopini datt ferðafólkaflogfarið niður, tá tað júst var farið á flog úr Teheran í Iran við kós ímóti Kijev í Ukraina.
Í gjár boðaði kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau, frá, at flogfarið – kanska av óvarrt – varð skotið niðu8r av iranskum rakettum. Tað vóru 63 fólk úr Kanada við flogfarinum, har øll tey 176 doyðu.
Iran hevur tó víst aftur, at ein iransk rakett skal hava skotið flogfarið niður.
Vegna óvissuna um orsøkina til flogvanlukkuna ræður Udenrigsministeriets Borgerservice í Danmark nú øllum frá at fara til Iran.
/ritzau/
@font-face { font-family: Times; }@font-face { font-family: Cambria; }p.MsoNormal, li.MsoNormal, div.MsoNormal { margin: 0cm 0cm 0.0001pt; font-size: 12pt; font-family: "Times New Roman"; }a:link, span.MsoHyperlink { color: blue; text-decoration: underline; }a:visited, span.MsoHyperlinkFollowed { color: purple; text-decoration: underline; }div.Section1 { }