Danmark við í nýggjum fíggjarsáttmála

Danmark fer upp í tað nýggja ES-samstarvið, sum bindur londini til ávísar fíggjarpolitiskar avmarkingar. Skilagott, siga teir flestu flokkarnir

Tað kom ikki óvart á nakran, at tann danska stjórnin gjørdi av, at Danmark skal laða seg eftir teimum nýggju reglunum, sum ES-toppfundurin samtykti um vikuskiftið. Hesum hevði stjórnin boðað frá frammanundan. Harafturat visti hon, at hon hevði ein stóran meiriluta av Fólkatinginum aftan fyri seg í hesum máli, tí bæði Vimnstri og Konservativi Fólkaflokkurin eru samdir við stjórnini hesaferð.

Men hvat er tað so, sum Danmark hevur bundið seg til? Tað týdningarmesta er, at

* tað árliga hallið á fíggjarlógini skal ikki upp um 3% av bruttotjóðarframleiðsluni, og at skuldin hjá statinum má ikki upp um 60% av BTF
* tað strukturella hallið skal ikki upp um 0,5% av BTF
* tær nýggju reglurnar skulu staðfestast í stýrisskipanini ella tilsvarandi lóggávu. Verður tað ikki gjørt, kann landið fáa bót
* evrulondini halda toppfund tvær ferðir árliga, og hini londini fáa innbjóðing til at luttaka á minst øðrum fundinum
* fíggjarsáttmálin skal góðknnast í Fólkatinginum.

Hetta seinasta hevur elvt til eitt ávíst kjak í Danmark, tí tríggir flokkar, Danski Fólkaflokkurinm, Liberal Alliance og Eindarlistin, krevja málið til fólkaatkvøðu. Eftir teirra tykki letur Danmark avgerðarrætt frá sær við at góðkenna sátmálan, og tí vilja flokkarnir hava málið til fólkaatkvøðu. Fleiri serfrøðingar siga hinvegin, at tað er ikki neyðugt við fólkaatkvøðu, og nú skulu løgfrøðingarnir í løgmálaráðnum kanna málið.

Tann nýggi fígjarsáttmálin kemur í gildi tann 1. januar í 2013, ella so skjótt sum 12 lond hava staðfest hann.