Danmark vísir aftur kravi um nám í Grønlandi upp á 80 milliardir

Avstralskt námsfelag krevur slakar 80 milliardir krónur í endurgjaldi fyri ikki at sleppa undir framleiðslu í námi í Grønlandi

 

Eitt starvsfólk hjá Energy Transition Minerals situr á tindinum á Kvanefjalli, sum kann gerast heimins týdningarmesti framleiðarin av sjálvsomum jarðsløgum. - Foto: Greenland Minerals Ltd/Reuters

Í Suðurgrønlandi eru stórar nøgdir av sjáldsomum jarðsløgum undir fjallinum Kvanefjfalli, sum á grønlendskum eitur Kuannersuit.

Einum avstralskt námsfelag er noktað at útvinna vælumtókta ríkidømi og hevur tí sett fram endurgjaldskrav upp á slakar 80 milliardir krónur.

Men hesum kravi hava Grønland og Danmark víst frá sær, og hava í hesum sambandi leitað sær stuðul frá kamaradvokatinum, sum er advokatur hjá statinum Tað vísir metingarnar, sum Ritzau hevur fingið.

Málið hoyrir als ikki heima í gerðarrætti, er høvuðsgrundgevingin.

Danmark er í tøttum sambandi við Grønland sambært Lars Aagaard, verðurlagsráðharra í Danmark.

– Danmark hevur svarað, og er  nú má málið ganga sína gongd. Meðan málið koyrir, havi eg einki at leggja afturat, sigur hann.

Eftir stríð í fleiri ár fekk avstralska námsfelagið Energy Transition Minerals (ETM) av umhvørvisáum eitt endaligt avslag til verkætlanina eftir landstingsvalið í Grønlandi í november í 2021.

Felagið æt áður Greenland Minerals og hevur síðani 2007 havt loyvi til at kanna møguleikarnar fyri at gera eitt nám í Kvanefjalli.

Felagið skrivar á heimasíðuni, at verkætlanin kundi havt blivið tann týdningarmesta framleiðslan av sjálsomu jarðsløgum í Vesturheiminum.

Sjáldsomu jarðsløgini eru avgerandi í battaríum, sum skulu brúkast í modernaðari tøkni og í grønum umleggingini.

Tey eru ómissandi evni í framleiðsluni av sólsellum, vindmyllum, battaríum til elbilar og nógva annað. Tað er eitt øki, sum Kina situr tungt á, og sum økir bundinskapin.

Men við grevstrinum verður samstundis grivið fram radioaktivt uran. Tí fylti málið so nógv í grønlendska valstríðnum, og tað endaði við eini stjórn, sum segði nei.

Sum úrsliti av tí krevur Energy Transition Minerals í einum gerðarrætti eitt søguliga høgt endurgjald upp á slakar 80 milliardir krónur frá Grønlandi og Danmark.

Men grønlendska tingið Naalakkersuisut, boðaði frá, beint undan jólum, at málið skal vísast til dómstólarnar. Danska stjórnin sær hetta sum eitt grønlendskt mál og vil halda seg uttanfyri.

Danmark var við til at geva felagnum kanningarloyvi í 2007, tí ráevnisøki á ikki formliga varð yvirtikið sum grønlendskt øki.

Men kamaradvokaturin grundgevur fyri, at Danmark í veruleikanum bara hevur virkað sum »gummistempul« síðani 1998, tá partarnir avráddu, at øki hoyrir undir Grønland.

Endamálið er sambært kamaradvokatinum at leggja eitt »ósømiligt« trýst á sjálvstýrið í Grønlandi í vónini um at fáa loyvi at fara undir verkætlanina.

Kamaradvokaturin heldur, at Danmark brúka óneyðuga stórt tilfeingi upp á málið, sum námsfelagið ger sær dælt av í »í ovurstóran og púra óneyðugan mun.«

Námsfelagið vil ikki gera viðmerkingar til málið.

Tað er ógreitt, nær málið verður avgjørt í gerðarrættinum, har tað eru dómarar, sum partarnir sjálvir hava valt.

/ritzau/

 

Eitt starvsfólk hjá Energy Transition Minerals situr á tindinum á Kvanefjalli, sum kann gerast heimins týdningarmesti framleiðarin av sjálvsomum jarðsløgum. - Foto: Greenland Minerals Ltd/Reuters