Í februar verður aftur karneval í Rio, men hesaferð verður dansiveitslan eitt sindur øðrvísi, tí norðmenn hava sett sær fyri at brúka tiltakið gera at gera eitt átak fyri norskum klippfiski. Nevndin, sum stendur fyri átakinum, hevur havt samband við tveir sambaskúlunum í Rio de Janeiro, og teir hava játtað at lata millum 4.000 og 5.000 dansarar marknaðarføra norskan klippfisk.
Knut Haagensen, sum er formaður í fyrireikingarnevndini, sigur við Nordlys, at átakið hevur eitt marknaðarvirði upp á fleiri hundrað milliónir krónur. Tað fer kortini ikki bara at ganga klippfiskinum, men eisini norsku ferðavinnuni og norskum handils- og vinnulívi sum heild, sigur hann.
Higartil hava fyrireikararnir savnað góðar fýra milliónir krónur til átakið í Brasil, men enn resta einar fimm milliónir krónur í, áðrenn alt er fíggjað.
Í fiskimálaráðnum í Oslo taka tey undir við átakinum í Rio. Har verður sagt, at tað er sera umráðandi fyri Noreg at varðveita tann brasilska marknaðin og at menna hann. Tey halda tað eisini vera sera áhugavert at brúka dansiveitsluna í Rio sum høvi til at marknaðarføra klippfiskin.
Basil er næststørsti klippfiskamarknaðurin hjá norðmonnum, og árliga keypa brasilar norskan fisk fyri hálva aðru milliard krónur.
– Men tað eru ikki bara fólk í Brasil, sum fylgja við tí, sum hendir í Rio í februar. Fólk um allan heim og serliga í teimum katólsku londunum síggja sjónvarpssendingar frá dansiveitsluni, so tey eru mong, sum verða kunnað um klippfiskin úr Noregi, sigur Knut Haagensen.
Hetta er helst eisini seinasta høvi at brúka dansigenturnar í Rio til at marknaðarføra norskan fisk. Frá 2008 skulu øll dansiliðini dansa fyri tí sama, og tá verður prísurin væntandi so høgur, at norski fiskaídnaðurin verður ikki førur fyri at rinda kostnaðin.