Dansi-Mama vitjar Føroyar

Katrine Ring kemur at kynda undir føroyingar á ASFALT festivalinum, sum verður í døgunum 3. og 4. juli. Tá Paris Hilton, Justin Timberlake og aðrar heimsstjørnur eru í Keypmannahavn og vilja dansa, so er tað Katrine Ring, sum veitir tær feitu rútmurnar. Hon er nevniliga resident dj á hotta designarahotellinum Skt. Petri, har tær allarstørstu stjørnurnar gista, tá tær eru í Keypmannahavn.

 

Á ASFALT-tiltakinum DJ-Futt 3. og 4. juli uttanfyri Margarinfabrikkina fer danski plátuvendarin at vísa føroyingum, hví hon er favorit-dj hjá teimum kræsnu kendu. Katrine Ring fer at binda sloyfu um bæði kvøldini við sínum funky blandi av electronica, breakbeat, samba, bossa ? og jassi.

 

Síðan hon sum ung var við í new wave-orkestrinum Pin-Ups, hevur hon verið víða um í tónleikaheiminum. Hon var í fleiri ár musikkjournalistur á danska P3, vertur á DR TV og hvassur ummælari á Gaffa og Berlingske Tidende. Katrine Ring er ikki bangin fyri at siga sína hugsan og luttekur ofta í orðaskiftum. Hon byrjaði sum dj í 1992.

 

Afturat sær hevur Katrine Ring tey bæði føroysku stór-talentini Heidi ?FRAU? Andreasen og Brynjolf ?B.A.B.Y.? á Heygum. FRAU spældi fyrstu ferð við Undirbeat á Ólavsøku í fjør og hevur verið við til Náttin er Ung, umframt at hon ofta spælir á ovaru hædd á Hvonn. B.A.B.Y. hevur longu leingi gjørt um seg í Keypmannahavn og spælir á Vega, Rust, Stengade 30 - og á Dunkel hevur hann eisini sítt egna clubbing-kvøld eina ferð um mánaðin.