Dansidagarnir, sum eru um mánaðarskiftið apríl-mai, verða í ár hildnir við einum stórfingnum dansifestivali í Norðurlandahúsinum. Ikki færri enn tríggjar stórar sýningar verða í Norðurlandahúsinum. Jo Strømgren Kompani úr Noregi framføra ?A Dance Tribute to the Art of Football?, Lotta Melin /Agrare í Svøríki, sýna ?A Safe Place to Die?, ein stórfingin sameining av risastórari scenografi, sum ein av kendastu listamonnum í Svøríki hevur gjørt; koreografi í heimsklassa og elektroniskum ?noise?tónleiki ? kanska ein av stórstu sýningunum, sum Norðurlandahúsið hevur havt á vitjan yvirhøvur. Endað verður við Lene Boel úr Danmark, sum hevur skapt sýningina ?Ritual? við íblástri úr Street Dance og grønlendskum trummudansi. Ritual verður eisini framført í Løkshøll.
-At Norðurlandahúsið í ár hevur valt at satsa so stórt á yrkisdans, er grundað á, at dansidagarnir seinastu tvey árini greitt hava víst, at dansur er ein listagrein í vøkstri, sum er við at trína fram av álvara í Føroyum. Fyri at stuðla og ríka teimum mongu, ið venja alt árið, vil Norðurlandahúsið seta fokus á dans á einum støði, sum annars bert hevur verið at uppliva, tá eitt nú kongaliga ballettin hevur vitjað, sigur Norðurlandahúsið í
tíðindaskrivi í dag.
Eitt dansifestivalpass gevur atgongd til allar sýningarnar, og eitt dansipass + gevur tær eisini pláss á workshop við Jo Strømgren Kompani leygardagin 30.apríl. Dansifestivalpassið er gjørt soleiðis, at tá tú hevur keypt passið, kemur tú ella ringir tú til Norðurlandahúsið, og fær útskrivað atgongumerkini til sýningarnar.
Hesum boðar Norðurlandahúsið frá í dag.