Dansigenturnar á Káta Horni verða standandi

- Vit fara ikki at taka gosbrunnin niður, sigur borgarstjórin í Havn

Býarmynd

 Gosbrunnurin við teimum sermerktu dansigentunum á Káta Horni í Havn, skal ikki takast niður.
Tað staðfestir Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.
At døma eftir gerðabókini við frásøgn frá býráðsfundinum hósdagin, hevur býráðið annars samtykt eina ætlan fyri Niels Finsensgøtu sum eisini ber í sær, at gosbrunnurin skal takast burtur.
Hesi tíðindi bóru vit í Sosialinum í gjár.
Men Heðin Mortensen, borgarstjóri, ásannar nú, at tað er hent eitt mistak við gerðabókini, so at hon ikki gevur eina heilt sanna mynd av tí, sum varð samtykt.
 Tað er rætt, at býráðið einaferð samtykti at taka gosbrunnin niður. Tá var ætlanin at flyta standmyndina niðan til svimjihøllina at standa
 Men hendan samtyktin varð broytt á býráðsfundi, uttan at tað er komið við í gerðabókina.
 Úrslitið er at tað kann slást fast, at dansigenturnar verða standandi, sigur borgarstjórin.
Hann sigur, at tað er ikki bara sum at siga tað at flyta gosbrunnin, tí undir standmyndini er eitt stórt pumpuverk.
 Ístaðin fyri at taka hana niður, fara vit at gera hana í stand, so at hon kemur til sín fulla rætt og kemur at verða, sum listamaðurin, Frithjof Joensen ætlaði hana.
Upprunaliga var vatn í gosbrunninum, men tað sprutaði so illa, at fólk, sum gingu framvið, fingu karm.
- Ístaðin fyri at taka gosbrunnin niður, er ætlanin nú at gera broytingar og ábøtur, so at vit aftur fáa vatn í brunnin, uttan at tað verður til ampa fyri tey, sum ganga framvið, sigur borgarstjórin í Havn.