Dansinátt í Norðurlandahúsinum

  

Nú er hásummar í Føroyum. Her grør um gangandi fót. Ljósa summartíðin lættir og fríar sál og likam. Nú er tíðin at dansa. Skipað verður fyri dansinátt leygarkvøldið 11. juli.


Tað er aftur okkara vakra og fjálga Norðurlandahús, sum er karmur um tiltakið. Húsið hevur, síðan tað varð bygt, hýst mongum frægum mentanartiltaki. Eitt av hesum er dansináttin um miðjan juli, har tann elligamli føroyski dansurin dynjar í høll.

Fólk komu úr øllum landinum at dansa og kvøða saman við vinum og at hitta onnur við somu áhugamálum.

Kvæðini og vísurnar er skaldskapur á altjóða stigi. Skaldskapurin hevur verið framborin í dansi, og honum er einans lív lagað á dansigólvi.

Tað er tí at gleðast um, at skúlabørn við nýggju fólkaskúlalógini nú hava rætt at verða undirvíst í hesum mentanararvi okkara.

At koma inn í Norðurlandahúsið eina dansinátt, er átøkt tí at koma inn í ein álvaheygg, eitt álvarann, har álvadansurin gongur. Har uppliva fólk tað hugnaliga, erliga og glaða í okkara sál.


»Heyggjarnir runt um opna seg, huldufólk koma í dyr,

hesin maður tað sýnið sá,

hann hevði ei sæð tað fyrr«.


Byrjað verður kl. 22 og hildið verður fram til kl. 3. Kostnaður er 50 kr.