Danska fótbóltslandsliðið hevur 100 ára jubileum í dag

Í dag kunnu danir hátíðarhalda ein serligan 100 ára dag. 19. oktober í 1908 spældi Danmark sín fyrsta altjóða skrásetta landsdyst. Danmark tók lut á olympisku leikunum, sum vóru í London hetta árið. Fyrsti skrásetti dysturin varð ímóti Fraklandi B, og vann Danmark ein stórsigur uppá 9-0. Niels Middelboe, sum seinni spældi við Chelsea skeyt fyrsta skrásetta danska málið. Danmark kom til finaluna, sum var ímóti Stóra Bretlandi. Danmark tapti finaluna 2-0. Danmark vann aftur silvur í OL 1912, bronsu í OL 1948 og silvur í OL 1960. Størsta løtan var tá Danmark vann EM í 1992. Allir teir donsku spælarnir vóru í summarfríi á baðistrondini, tá teir fingu boðini, at Danmark skuldi avloysa tí útistongda Jugoslavia. Tað hoyrir við til søguna, at Danmark var í undanbólki saman við Føroyum. Danmark vann eisini Intercontinental Cup í 1995. Danmark kom í EM-hálvfinaluna í bæði 1964 og í 1984. Danmark kom í HM-fjórðingsfinaluna í 1998, og teir komu í 1/8-finaluna í HM-endaspælinum, sum var í Meksiko í 1986. Allur fótbóltsheimurin - uttan týskarar - fagnaðu tí óvæntaða EM-sigrinum, sum Danmark vann í 1992. Men flest fótbóltshjørtu mundi Danmark tó vinna í EM 1984 og í HM 1986. Mest minniligi dysturin, var tá Danmark vann 4-2 á Sovjetsamveldinum, grundlógardagin 5. juni í 1985. Preben Elkjær og Michael Laudrup skutu tvey mál hvør. Størst á minussíðuni er, at Danmark spældi tveir landsdystir ímóti Nazi-Týsklandi í 1940 og 1941. Men samanlagt hava danir nógv at verða stoltir av aftaná 100 ár.