Havrannsóknarskipið Dana, sum fór úr Hirtshals 16. juli, byrjar í morgin 23. juli kanningararbeiðið í Grønlandi. Fyrst verður farið á Fylla-Bank, fyri at gera kanningar hvørja ávirkan tað hevur á saltinnihaldið í sjónum at polarísurin tiðnar, eisini verða kanningar gjørdar í Godthåbsfjørðinum.
Hitin er øktur nógv tey seinastu árini í polarøkinum. Tað viðførir, at umstøðurnar í høvunum, kring pólarnar eisini broytast. Tí er altumráðandi, at vita, hvussu alt livandi verður ávirkað av hitabroytingunum, sigur leiðarin fyri kanningararbeiðinum Peter Munk á DTU Aqua.
Við á kanningarferðini verða fólk bæði úr Grønlandi og Danmark.
?Vit kanna hitan, saltinnihaldið og iltinnihldið á ymsum dýpum, eisini verður hugt eftir algum, skeljadjórum og fiskayngli, við teimum kanningunum kunnu vit siga, hvussu stór kolevnis-umferðin er í vistføriskipanini. Úrslitini kunnu seinni setast inn í ymsar skipanir, soleiðis at metast kann um, hvussu nógvi hitin og tiðningin á pólunum fer at ávirka lívið í havinum, sigur Peter Munk á DTU Aqua.