Danska heilsuverkið fær aftur botn karakter

Jákup Petersen, yvirlækni


Seinasta rapportin frá Health Consumer Powerhouse setir danska heilsuverkið á pláss nr. 10 av teimum 25 londunum í Evropa samveldinum. Tá tað kemur til urslit av viðgerðum liggur Danmark heilt í botninum saman við londum sum Cypern, Malta og Írlandi.

Rapport um heilsuverkini í Evropa
Health Consumer Powerhouse gav sína fyrstu Euro Health Consumer rapport út í 2005. Hon umfataði tá 12 ES lond og var at meta sum ein fyrsta roynd at meta landsins heilsu tænastu út frá einum brúkarasjónarmiði. Svøríki kom í 2004, sum fyrsta land í heiminum, við eini tílíkari rapport sum bert umfataði Svøríki ( HYPERLINK www.vardkonsumentindex.se) www.vardkonsumentindex.se).
Reglurnar í Evropasamtakinum innan kanning og viðgerð gera tað lættari hjá sjúklingi í einum landi at fáa viðgerð í einum øðrum landi í samtakinum. Tað varð tí hildið verða til fyrimuns fyri sjúklingarnar, at teir fingu so holla og óhefta informatión sum gjørligt um tey ymisku heilsuverkini, so teir høvdu eitt gott grundarlag, tá støða skuldi takast viðvíkjandi viðgerð í øðrum landi.
Health Consumer Powerhouse (HCP) - HYPERLINK www.healthpowerhouse.com www.healthpowerhouse.com varð tí stovnað, og hevur nú júst givið út sína aðru rapport, Euro Health Consumer Index 2006 - HYPERLINK www.healthpowerhouse.com/media/RaportEHCI2006en.pdf www.healthpowerhouse.com/media/RaportEHCI2006en.pdf
Eftir ta fyrstu rapportina, sum varð fyri ár 2005, har 12 lond vóru umfataði, hevur HCP fingið nógvar áheitanir og ráð frá stjórnum og einstaklingum, sum hevur gjørt ársins rapport betri og meira álítandi.

Hvat verður kannað?

Rapportin er í fleiri pørtum sum síðani verða settir saman:

Sjúklingarættur og informatión inniheldur 10 viðurskifti, so sum lógarrættindi, sjúklingafeløg, endurgjald fyri skeiva viðgerð, sjúklinga umboðsmaður o.s.fr.

Bíðitíðir so sum kommunulækni kemur sama dag, beinleiðis atgongd til serlækna og bíðitíð til knæ/mjadna skurðviðgerðir, krabbameins viðgerðir og bypass/PTCA viðgerðir fyri hjartað.

Úrslit av viðgerð har millum annað verður hugt eftir deyðiligheit eftir blóðtøppi í hjarta, barnadeyðiligheit, bróstkrabba, tjugtarms krabba, staffolykokk infektiónir, diabetes og óneyðugt deyðsfall.

Tilboð frá heilsuskipanini, so sum tal av katarakt skurðviðgerðum fyri hvørji 100.000, barnavaksinatiónir og tannviðgerðir í heilsuverkinum.

Heilivágur har høvuðsdenturin verður lagdur á, hvussu lætt tað er, at fáa tann nýggja heilivágin.

Harafturat er tað ymiskt, hvussu teir ymsu partarnir telja í tí samlaða. Tilboð og heilvágur telja 1,0 hvør, meðan sjúklingarættur telur 1,5. Bíðitíð og úrslit av viðgerð telja harafturímóti 2,0 hvør.

Hvørt einstakt evni fær 1  3 stig stig. 1 merkir ikki góðkent, 2 merkir hampuligt og 3 merkir góðkent. Sum dømi kan nevnast, at bíðitíðir hevur 5 partar. Tað mesta sum fáast kann innan bíðitíðir er sostatt 3 x 5 = 15. Men av tí at tað telur 2,0 í tí samlaða, verður hægsta stigatalið innan bíðitíð 30 stig.

Úrslit av kanningini.
Úrslitið av samlaðu kanningini vísir, at Danmark kemur sum nr. 10 av 25 londum. Danmark liggur her á hædd við lond sum Eysturríki, Italien, Malta og Slovenien. Tað sum Danmark fellur mest uppá, er úrslit av viðgerð. Her fær Danmark 10 stig, sum er tað sama sum Cypern, Tjekkia, Belgia og Malta fáa. Danmark fær 1 stig (botnkarakter) fyri deyðiligheit eftir blóðtøpp í hjartað og fær eisini 1 stig, bæði fyri viðgerð av bróstkrabba og tjuktarms krabba.
Í hinum endanum liggur so Svøríki við hægsta stigatali, sum er 18 innan úrsliti av viðgerð. Onki annað land í kanningini fær so høgt stigatal. Eftir Svøríki koma so Finland við 16 stigum, Niðurlond við 14 stigum og Frakland og Týskland við 12 stigum. Í tí samlaðu metingini kemur Svøríki sum nr. 4 meðan Frakland verður nr. 1, Niðurlond nr. 2 og Týskland nr. 3.
Tá tað kemur til bíðitíðir, so liggur Danmark eisini millum lond sum Eysturríki, Tjekkien, Ungarn, Litava og Malta. Men hetta er helst eitt norðurlendskt fyribrigdi tí her liggja eisini lond sum Finland og Svøríki.
Rapportin hevur eisini hugt eftir, hvussu efektiv og rationell heilsuverkini eru. Tað vil siga, at kannað verður, hvussu nógv heilsuverkið fær burturúr tí játtaða peninginum. Hetta er ikki nøkur løtt kanning. Tað er munur á londum har ein sjúkrasystur fær 1.000,- kr. um mánaðin, og so í londum har lønin liggur á leið 25.000,- kr um mánaðin.
Men tá atlit er tikið fyri hesum, so liggur Svøríki sum nr. 5, Finland sum nr. 8 og Danmark sum nr. 19. Ella við øðrum orðum, játtanin til danska heilsuverkið verður ikki brúkt rationelt/effektivt. Tað er helst ongin ivi um, at tað sama er galdandi fyri føroyska heilsuverkið.
Tølini er so mikið álvarslig fyri Danmark, at danskir mynduleikar aftur í álvara eru farnir at hugsa um hvat er galið. Kanska serliga við atliti til, at tað seinastu árini er játtaður ikki sørt av peningi til heilsuverkið. Men sum eg fleiri ferðir havi nevnt, so nyttar tað lítið at játta pening til eina søkkandi skútu. Ofta mugu grundleggjandi broytingar í strukturinum ella skipanini gerðast, áðrenn játtaði peningurin kemur til sín rætt.

Danskir mynduleikar stúra.
Í Politiken fríggjadagin 25 august, hevur Kaare Skovman samrøðu við stjóran í Dansk Sygehus Institut (DSI) professari í heilsubúskapi Jes Saagård, sum m.a. sigur: Vit skulu ansa eftir, at ganga runt og siga, at vit hava heimsins besta heilsuverk, tí hartil er leiðin long.
Danski heilsumálaráðharrin Lars Løkke Rasmussen hevur gjørt eitt dygdarmát, sum skal meta donsku sjúkrahúsini. Mátið gongur frá 1  5 stjørnur. Jes Søgaard metir ikki. at danska heilsuverkið sum heild kann koma upp um 2,5 stjørnur.
Okkara viðgerðarúrslit dregur okkum niður, og tað sama gerð tann politiski viljin til, at játta til heilsuverkið. Á tí jaligu síðuni er m.a., at vit hava fleiri valmøguleikar og relativt stuttar bíðitíðir sammett við mong onnur lond, heldur Jes Søgaard fram.
Lægemiddelindustriforeningen (Lif), sum umboðar heilivágs framleiðarnar, gerða vart við, at Danmark liggur í botninum, tá tað snýr seg um, at sjúklingar kunnu fáa nýggjan heilivág.
Heilivágurin er í landinum, men tað gongur alt ov long tíð, til læknarnir byrja at brúka hann, og áðrenn stuðul verður veittur til heilivágin. Tað er púra greitt, at hetta eisini er nakað, sum kann síggjast aftur í viðgerðar úrslitunum, sigur sjefskonsulentur Henrik Vestergaard, Lif.

Føroyar og Danmark
Spurningurin er so, um hetta hevur nakað árin á, hvussu vit hava tað í Føroyum. Tað sær út til, at politikarar hava lyndi til at stara seg blindar á heilsuverkið í Danmark. Eitt heilsuverk sum yvirlæknarnir í Danmark hava kritiserað hart í nógv ár. Eitt heilsuverk sum gjørdist nr. 34 á listanum hjá WHO í ár 2000, og sum nú leggur seg millum lond í fyrrverðandi Eysturevropa. Og eitt heilsuverk, sum sær út til at verða tað vánaligasta í Norðanlondum, at fáa nakað burturúr játtanini.
Er tímin komin til at venda sær til onnur Norðurlond, eitt nú Svøríki, sum hevur bestu viðgerðar úrslitini í Evropa?