Danska rentan lækkar

Eins og aðrir tjóðbankar hevur danski tjóðbankin nú lækkað rentuna Danski tjóðbanklin kunngjørdi seinnapartin, at hann hevur gjørt av at lækka rentuna 0,75 prosentstig, so rentan nú er 4,25 prosent.

Danske Bank hevur longu kunngjørt, at hann lækkar útlánsrentuna 0,25 prosentstig, og at innlánsrentan lækkar 0,75 prosentstig. Roknað verður við, at hinir bankarnir fara eisini at lækka rentuna.

Evropeiski Miðbankin, Bank of England og svenski tjóðbankin hava eisini lækkað rentuna í dag.