Politibilar, sum eru uppbygdir sum vørubilar ella minibussar, verða ofta nevnd salatføt. Í sjónvarpssendingunum um Klaksvíksstríðið í 50-unum, hevði ein Citroën politibilur, ella salatfat, ein stóran leiklut. Tað eru helst eisini mong í Klaksvík, sum minnast hendan bilin.
Vit hava hugt nærri at, hvat hetta var fyri ein bilur, sum var at síggja við jøvnum millumbili í sendingunum. Bilurin er ein Citroën H Van, ella HY Van. Talan er um ein vørubil, sum varð gjørdur frá 1947 til 1981. Ein framhólsdrivin vørubilur sum varð framleiddur í umleið 500.000 eindum hesi 34 árini á verksmiðjum í Fraklandi og Belgia.
Bilurin var ein tann fyrsti vørubilur við regulerum og heilt sløttum dúrki í vørurúminum. Hjólkassarnir til bakhjólini vóru innbygdir í síðupanelini. Hann var gjørdur úr bylgjujarni, sum minti um takplátur. Hetta var við til at gera pláturnar sterkar og meira mótstøðuførar, tá bilurin varð brúktur til mong ymisk endamál.
Bilurin var sum ein franskur bilur at koyra - var behagiligur og hevði komfortablar koyrieginleikar. Her í Føroyum vóru onkrir slíkir bilar, heilsølan Marr & Co. sum umboðaði Citroën eitt tíðarskeið frá síðst í 60-unum og nakað inn í 70-ini, hevði ein vørubil, og Bileftirlitið hevði ein Citroën H Van til sítt arbeiði.
Eftir at donsku politistarnir vóru farnir úr Klaksvík, varð Citroën salatfatið selt á uppboðssølu á Politistøðini í Klaksvík. Tað vóru brøðurnir Páll og Sjúrður Josephsen í Klaksvík sum keyptu bilin. Seinni varð hann seldur til William Nielsen í Vatnsoyrum. Bilurin varð ongantíð skrásettur við føroyskum nummarplátum. Í Vatnsoyrum var vørukassin skorin av, so kann kundi nýtast at til ymiskt arbeiði sum t.d. til at koyra hoyggj við. Bilurin endaði sínar dagar á einum tirvingarplássi í Vágum.