Eirikur Lindenskov
Tað er úrslitið av drúgvu tingingunum, sum vit hava havt við donsku stjórnina um makrelmálið, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin.?
Hann vísir á, at tilgongdin at gera uppskotið um heimildarlóg, sum skal loyva ES at seta í verk tiltøk móti londum sum ikki fiska burðardygt, er nú komin væl áleiðis.
Fiskivinnunevndin í ES-tinginum fer væntandi at viðtaka sítt álit um uppskotið týsdagin 24. apríl, og álitið verður so sett undir atkvøðugreiðslu í ES-tinginum í juli. Væntandi er, at ES-tingið fer at krevja, at uppskotið verður víðkað í mun til tað sum fyriliggur, soleiðis at tað eisini gevur ES loyvi til at seta bann móti innflutningi úr Føroyum av øðrum fiskasløgum enn makreli.??
Tá ES-tingið hevur gjørt sína støðu upp, skal ein semja finnast millum ES-tingið og Ráðharraráðið. Tað er í Ráðharraráðnum, at stjórnirnar í ES eru umboðaðar. Málið er sostatt ikki liðugt viðgjørt, og tað er ikki greitt, hvussu endaliga uppskotið fer at ljóða.??Málið hevur verið eitt heitt evni millum føroyska og danska Javnaðarflokkin – og hevur stóran týdning fyri Sjúrð Skaale, tí hann er við í stjórnargrundarlagnum hjá Helle Thorning-Schmidt.??
– Tingingarnar um hetta hava verið truplar - bæði tí at Danmark, sum ES-formansland, er undir trýsti frá restini av ES, og tí at danski makrelídnaðurin krevur, at Danmark skal fara í part við teimum, sum vilja hava hørð tiltøk sett í verk móti Føroyum. Javnaðarflokkurin hevur á Fólkatingið tikið fram spurningin um, hvørt uppskotið til heimildarlóg er í samsvari við altjóða viðtøkur. Danska stjórnin er síðani farin víðari við hesum til løgfrøðiligu tænastuna hjá Ráðharraráðnum. Niðurstøðan er, at uppskotið í sjálvum sær ikki er brot á altjóða lóg. Hinvegin má í hvørjum einstøkum føri metast um, hvørt ítøkilig uppskot um tiltøk eru í samsvari við altjóða lóg. Tað veldst um hvat tiltøkini bera við sær, og hvørjar grundgevingarnar eru, sigur Sjúrður Skaale, sum vísir á, at komandi fríggjadag kemur málið fyri í Europanevndini í fólkatinginum, og í tí sambandi hevur danska stjórnin fyribils tikið hesa yvirskipaðu støðu til málið, sum tað nú fyriliggur:??
1. Tá heimildarlógin, sum skal loyva tiltøkum, kemur til atkvøðugreiðslu í Ráðharraráðnum, skal Danmark, sum er formansland, atkvøða blankt.??
2. Í sambandi við atkvøðugreiðsluna skal stjórnin koma við eini serligari fráboðan, har dentur verður lagdur á serligu viðurskiftini millum Danmark og Føroyar??
3. Stjórnin skal gera greitt, at Danmark, vegna Føroyar, kann fara at føra eina rættarsak í altjóða handilsfelagsskapinum WTO móti ES.??
4. Danmark skal leggja dent á at tryggja, at um ítøkilig tiltøk skulu setast í verk, skulu grundgevingarnar fyri hesum haldast væl og virðiliga. Um neyðugt skulu grundgevingarnar roynast við ES-dómstólin.??
Hann sigur, at Danmark kann ikki einsamalt steðga ES í at seta í verk tiltøk móti Føroyum. Men at formanslandið í ES ikki atkvøður fyri einum uppskoti, sum tað annars er breið semja um í ES, er eitt týdningarmikið politiskt signal.??
– Føroyar hava ikki sjálvstøðugan limaskap í WTO, og tí kann tað eisini gerast av stórum týdningi, at Danmark - sum sjálvt er partur av ES - vegna Føroyar vil føra eina møguliga sak móti ES í WTO-høpi.
At Danmark vil leggja stóran dent á at møgilig ítøkilig tiltøk eru lóglig - og eisini er til reiðar at leggja ætlanir um eitt møguligt tiltak móti Føroyum fyri ES-dómstólin - kann tryggja, at tær víðgongdu kreftirnar innan ES ikki fáa sín vilja, sigur Sjúrður Skaale.??Hann vísir eisini á, at makrelstríðið er dømi um, at tað at Danmark er ES-limur meðan Føroyar standa uttanfyri, kann skapa trupulleikar fyri ríkisfelagsskapin.
– Tað dylist ikki, at Føroyar og Danmark í hesum føri eru í hvør sínum parti. Tí er Javnaðarflokkurin væl nøgdur við ta støðu, sum danska stjórnin fyribils hevur tikið til málið sum tað stendur, sigur Sjúrður Skaale.