Hansara hátign Heindrikkur prinsur burdi verið útnevndur heiðursføroyingur. Meðan miðlarnir tuskaðu aftaná distanseraðu drotningini , sjarmeraði gamli prinsurin bæði eldri konur og lítlar smádreingir. Og á seinasta tíðindafundinum átti prinsurin eisini allar tær góðu viðmerkingarnar: Hevur tað verið ein góður túrur? Veðrið kundi verið betri. Var tað ikki fantastiskt at hoyra grottutónleik? Tað hevði riggað betri við lúraljóði. Hvat heldur tú um føroyingar? Teir eru ikki líka tilafturskomnir, sum tá eg var her fyrstu ferð. Og maturin? Jú, hesu ferð smakkaði hann í øllum førum betri enn seinast.
Onkur útlenskur journalistur hevði spurt eitt føroyskt barn, hvat ein drotning er, og fekk svarið: ein kona sum bestemmar. Drotningin hevði onga viðmerking til hetta, og hvat skal hon siga: Nei, eg havi einki vald, eg eri bara ein spegil, sum tit kunnu spegla tykkum í? Sum spegling var vitjanin væl eydnað. Sjónvarpið sendi samandrátt hvørt kvøld, og vit sóu okkum sjálv, soleiðis sum vit síggja út í gylta drotningaspegilinum. Um hennara hátign ikki kom, høvdu vit ikki fingið høvi at sæð søguna í Vestmanna, merkt brimið í Mykinesi ella hoyrt sjósálmin í Skúvoy (har drotningin ikki kom, men tað hevði minni týdning, tí tað er spegilsmyndin sum er avgerandi).
Áðurnevndi journalistur var í veruleikanum ikki útlendskur. Hon var donsk, og hon skilti ikki, at føroyingar tosaðu um donsk tíðindafólk sum útlendsk. Nei, tað er kanska ikki lætt at skilja. Um norðmenn hyggja mest eftir norskum sjónvarpið, týskarar eftir týskum sjónvarpið og bretar eftir bretskum, eru føroyingar so danskir, tí vit hyggja mest eftir donskum sjónvarpi? DR2 hevði fleiri góðar sendingar farnu vikuna, millum annað eina amerikanska sendirøð (við danskari talu og donskum teksti), Inside the Great Magazines, um at vit heldur vilja lesa søgur um Madonnu (og Margrethu?) enn um kríggj og ræðuleikar.
Vit eru eisini donsk, tá vit hyggja at føroyskum sjónvarpið, tí har verða somu sendingar endursendar – uttan nakra føroyska týðing. Hetta er neyvan gott fyri tjóðskapin ella demokratiið, men tað er ikki lætt hjá lítla Kvf at kappast við journalistisku dygdina hjá t.d. TV2, sum sunnukvøldið varpaði ljós á donsku heimahjálpina. 14-daga kanningararbeiði hjá tveimum journalistum og einum myndamanni avdúkaði, at heimahjálparar brúktu upp til helvtina av arbeiðsdegnum heima hjá sær sjálvum ella í privatum handilsørindum. Loyniligt kamera fylgdi ávísum heimahjálparum, og bæði heimahjálp og myndugleikar máttu standa til svars.
Tíbetur fáa slíkar óhepnar síður av veruleikanum frið í Føroyum. Føroyskir miðlar hava ikki pengar ella umstøður at vera veruligir vakthundar, og hevði ein danskur miðil dittað sær at gjørt eitt líknandi innslag um føroysk viðurskifti, høvdu vit mett tað sum størri kolonialan ágang enn øll tey kongaligu fornermilsini hjá Heindrikki prinsi tilsamans. So mikið av tjóðskaparligum stoltleika hava vit tó. Tíbetur. Tað er eisini nógv stuttligari at síggja vakrar glansmyndir av smílandi kongaparinum. Og skjótt kemur Ólavsøkan við uppaftur fleiri vøkrum myndum og pussaðum glansi. Hesuferð føroyskum. Tíbetur.