Danske Bank fær nýggjan avsmurning í Børsen

Ivasamir handlar í Danske Bank geva ótta fyri milliardabótum frá amerikonskum myndugleikum

Ivasamir handlar í Danske Bank geva ótta fyri milliardabótum frá amerikonskum myndugleikum.

 

Partabrævið í Danske Bank fall yvir 7 prosent í morgun.

 

Tilsamans hava partaeigarar mist næstan 40 prosent av virðinum á partabrævinum í ár, har hvítvaskingin í Estlandi hevur verið nógv umrødd.

 

Financial Times skrivar í dag, hvussu estiska deildin hjá Danske Bank í 2013 flutti pengar til russarar uttan at vita, hvar teir endaðu.

 

Tað var talan um sonevndar speglhandlar. Tað fór fram á tann hátt, at russiskir kundar keyptu virðisbrøv í rublum. Síðani vórðu somu virðisbrøv seld í einum útlendskum gjaldoyra sum dollara.

 

Júst speglhandlar hava givið Deutsche Bank eina milliardabót frá amerikoskum myndugleikum.

 

Danske Bank segði í gjár, at amerikanska løgmálaráðið kannar málið um hvítvasking í Estlandi.

 

/ritzau/