Eftir fíggjarlógaruppskotinum verða góðar 61 mia. krónur til avlops í danska ríkiskassanum næsta ár Uppskotið, sum Thor Pedersen, fíggjarmálaráðharri, legði fram fyrrapartin, vísir, at inntøkurnar hjá ríkiskassanum verða 639,6 mia. krónur næsta ár og útreiðslurnar 578,5 mia krónur. Avlopið verður sostatt 61,1 mia. krónur.
Av inntøkunum væntar stjórnin at fáa 181 mia. krónur í meirvirðisgjaldi og 178 mia. kónur í persónsskatti. Av útreiðslunum fara 241 mia. krónur til almennar veitingar av ymiskum slagi og 142 mia. krónur til blokkstuðul.
Tey seinastu árini er skuldin hjá ríkiskassanum minkað munandi, men kortini skal ríksikassin rinda góðar 24 mia. krónur í rentum næsta ár.