Danski filmurin »Druk«, sum Thomas Vintherberg hevur leikstjórnað, fær ein Oscar fyri »besta atljóða film«, tá oscarheiðurslønirnar vórðu handaðar í nátt okkara tíð.
– Hetta er størri enn alt, eg kundi ímyndað mær, uttan at eg altíð hava ímyndað mær tað.
– Síðani eg var fimm ára gamal havi eg fyrireikað røður á tokstøðum, skúlum ella nátthúsum, og her eri eg, og tað er veruligt. Hetta er fantastiskt, segði Thomas Vintherberg í takkarrøðu síni til viðrislønarhandanina.
Hann takkar konu síni, trimum børnum sínum og fleiri, sum hava verið við í filminum.
Ein stórur partur av takkarrøðuni snúði seg eisini um dóttur Thomas Vintherberg, Idu, sum einans 19 ára gomul doyði, júst sum tey vóru farin undir upptøkurnar til filmin. Filmurin er eisini ognaður henni, sigur ein týðuliga rørdur Thomas Vintherberg.
– Vit endaðu við at gera henda filmin fyri henni. Hesin filmurin fyri fyri teg, sigur hann.
Tað er fyrstu ferð at Danmark vinnur ein oscar síðani 2011.
Hini tilnevndu vóru »Better Days« úr Hong Kong, »Collective« úr Rumenia, »The Man Who Sold His Skin« úr Tunis og »Quo Vadis, Aida?« úr Bosnina-Hdersegovina.
Thomas Vintherberg er harumframt tilnevndur til ein Oscar fyri »besti filmsleikstjóri«.
Her eru brot úr røðuni hjá Thomas Vintherberg:
– Vi ønskede at lave en film, der fejrer livet, og fire dage inde i optagelserne skete det utænkelige. En ulykke på motorvejen tog min datter fra mig. En, der kiggede på sin mobiltelefon. Vi savner hende, og jeg elsker hende. (Sukker og undskylder for en pause). To måneder inden at vi begyndte at filme, og to måneder inden at hun døde, var hun i Afrika og sendte mig et brev. Hun havde lige læst manuskriptet og var fuld af begejstring.
– Hun elskede den og følte sig set af den, og hun skulle have været med i den. Og hvis nogen tør tro på, at hun er med os på en eller anden måde, ville man kunne se hende klappe og juble med os. Vi endte med at lave denne film for hende som et monument. Så Ida, dette er et mirakel, som netop er sket, og du er en den del af dette mirakel. Måske har du trukket i nogle tråde på en eller anden måde. Denne her er for dig, sagde Vinterberg.
/ritzau/