SETIUMBOÐSMAÐUR
Í teimum førum, har Løgtingsins umboðsmaður kennir seg at vera ógegnigan at taka eina støðu í einum máli, fer danski umboðsmaðurin at traðka til og gera kanningar og úrskurð í Føroyum.
Hesa avtalu hevur formansskapurin hjá løgtinginum tikið stig til.
Føroyar eru eitt lítið samfelag, og tí er skjótt, at ein lítil stovnur sum Løgtingsins umboðsmaður kemur í eina støðu, har ógegni kann koma upp á tal. Við teimum royndum, sum eru gjørdar í ymiskum málum, har løgfrøðilig tvístøða hevur verið, helt formansskapurin tað ikki vera skilagott, at farið var út til føroyskar advokatar at finna ein avloysara.
Fólkatingsins umboðsmaður hevur stóra virðing millum manna, og tí varð fyrispurningur sendur til hansara at vera umboðsmaður í Føroyum eisini, um tað fellur soleiðis, at føroyski umboðsmaðurin kennir seg ógegnigan. Danski umboðsmaðurin hevur játtað, og sostatt verður hann sonevndur setiumboðsmaður í Føroyum.
Skipanin við umboðsmanni, sum er galdandi í londum kring allan heim, er sprottin úr donsku skipanini. Hans Gammeltoft Hansen er umboðsmaður í Danmark.