Danski verjumálaráðharrin leggur frá sær

Lars Løkke Rasmussen má nú velja ein nýggja verjumálaráðharra og ráðharra fyri norðurlendskt samstarv.

Danski verjumálaráðharrin, Carl Holst, sendi fyri løtu síðani eitt tíðindaskriv til donsku fjølmiðlarnar, har hann boðaði frá, at hann leggur frá sær.


Nógv rok hevur verið um verjumálaráðharran seinastu dagarnar, og er hann millum annað ákærdur fyri at hava brúkt eitt embætisfólk til at føra valstríð, tá hann var formaður fyri Region Syddanmark.


Fráfarandi verjumálaráðharrin nevnir eisini tað málið, tá hann grundgevur fyri síni avgerð.  


- Eg má viðganga, at mál frá mínari fortíð sum formaður fyri Region Syddanmark skugga fyri mínum møguleikum at gera ein mun sum verjumálaráðharri og ráðharri fyri norðurlendskt samstarv. Mál, ið nú eisini eru farin at skugga fyri arbeiðið hjá stjórnini, og tað ynski eg ikki.


- Tí havi eg boðað forsætisráðharranum frá, at eg ynski at trekkja meg sum verjumálaráðharra og ráðharra fyri norðurlendskt samstarv við atlit til verjuna og við atlit til týdningarmikla arbeiðið hjá stjórnini, skrivar Carl Holst í síni fráboðan.