Danskir fjølmiðlar: Málið í fjølmiðlunum ikki nóg gott

Tað er ikki bara í Føroyum at fólk ikki eru nøgd við málið, sum verður brúkt í fjølmiðlunum. Ein danskur professari sigur, at tað er stórur vandi fyri, at tað kemur inflatión í danska málið orsakað av teimum stóru yvirskriftunum, sum innihaldið í greinini ofta ikki ber

Ein danskur professari heldur, at danska málið er í vanda av teimum ógvusligu yvirskriftunum, sum eftir hansara tykki, alt ov ofta vera brúktar í fjølmiðlunum.

- Tað fer næstan ikki dagur, uttan at bløðini buldra við yvirskriftum, sum teksturin ikki megnar at bera, sigur Jørn Lund, professari við Jyllandspostin.

- Kappingin á tíðindamarknaðainum er vorðin alsamt harðari seinastu árini, og tað ger, at journalistarnir, fyri at fanga lesararnar, leggja størri dent á mótsetningar, sigur Jørn Lund.

Um ikki so langa tíð fer lærdi háskúlin í Odense undir eina kanning av málnýtsluni hjá tíðindafólki. Hóast tey flestu hava sína hugsan um tað, so er hetta kortini fyrsta granskingarverkætlanin av sínum slag í Danmark.

- Útvarp og sjónvarp eru farin avstað við einum stórum parti av tíðindaflutninginum seinastu árini, og tað sæst aftur á morgunbløðunum, bæði hvat tilfari viðvíkur og hvat málinum viðvíkur, sigur Ebbe Grunwald, lektari í journalistikki við lærda háskúlan í Odense og granskingarleiðari, við Jyllandspostin.