Danskir flokkar tingast um verjusemju í dag

Nicolai Wammen, danskur fíggjarmálaráðharri, sigur, at flokkarnir í Fólkatinginum í dag skulu tingast eftir harðar atfinningar

Danska stjórnin bjóðar flokkunum á Fólkatingi til tingingar um komandi verjusemjuna.

 

Tað upplýsir Nicolai Wammen í dag í Fíggjarmálaráðnum.

– Vit byrja í dag tingingar við allar flokkar á Fólkatingi um, hvussu vit kunnu styrkja donsku verjuna og trygdina, og um búskaparliga karmin, sum skal vera vera grundarlagið, sigur hann.

Tey Radikalu og Liberal Alliansa hava longu verið til tingingar í dag hjá fíggjarmálaráðharranum. Tað er ikki um veruligar samráðingar, men prát um fíggingina av verjuútreiðslunum.

Seinni koma hinir flokkarnir í Fólkatinginum. Men enn er óvist nær. Tey Konservativu hyggja framvið hjá Wammen mánadagin, váttar flokkurin fyri Ritzau.

Danski Fólkaflokkur hevur tíð mikudagin. Eindarlistin og Danmarksdemkratarnir koma framvið hósdagin í næstu viku, skrivar TV 2.

– Tá fara vit í allar stillheit at drekka ein kopp av kaffi saman við teimum øllum og lurta eftir teirra sjónarmiðum og fáa greiðu á, hvør tekur undir við at seta fleiri pengar í donsku verjuna og trygdina í tann mun, sum tørvur er á, sigur Nicolai Wammen.

SF, Tey Radikalu og Tey Konservativu stóðu saman við Javnaðarflokkinum og Vinstra handan »tjóðskaparligu semjuna um danskan trygdarpolitikk« í mars í fjør.

Avtalan gav nógv fleiri pengar til donsku verjuna og trygdina eftir at Russland varð lopið á Ukraina.

Tað hevur leikað hart á, ikki minst millum flokkarnar handan semjuna, eftir at Jakob Ellemann-Jensen, verjumálaráðharri, fyri eini viku síðani gav flokkunum eini kravboð.

Hann gav hinum flokkunum eina viku til at taka støðu við greiðum boðum. Góðtakið ætlanina hjá stjórnini um at taka av dýra biðdi fyri at fíggja hækkandi verjuútreiðslurnar, ella eru tit ikki við í verjusemjuni.

Freistin fer í dag.

Tað var ikki í lagi, hildu allir flokkarnir í andstøðuni, sum í gjár stóðu saman um eitt annað uppskot um at fíggja hækkandi verjuútreiðslurnar, sum stjórnin vil brúka pengarnar frá dýra biðidegi til.

Tað snýr seg um tríggjar milliardir krónur um ári, sum verða leysgivnar, sambært útrokningum frá Fíggjarmálaráðnum, sum fleiri leiðandi búskaparfrøðingar tó seta spurnartekin við.

Nicolai Wammen dylir ikki, at hann ikki er serliga bergtikin av alternativa fíggingarmøguleikanum hjá andstøðuni.

– Eg vil bara siga í øllum stillum, at við tí, vit higartil hava sæð frá flokkunum, er jú eitt uppskot til pengar, sum vit longu kenna.

– Pengar, sum vit annars kunnu brúka til heilsuverkið, tey eldur ella børn okkara, og tað er ikki nakað, sum gevur eitt stórt arbeiðstilboð, sigur hann.

/ritzau/