14 iranar og pakistanar, sum hava verið gíslar hjá somaliskum sjórænarum, sluppu leysir í gjár, tá menn av danska herskipinum "Absalon" bjargaðu teimum. Samstundis vórðu sjórænararnir tiknir.
Danska herflotaleiðslan sigur, at teir 14 menninir vóru við einum fiskiskipi, sum somaliskir sjórænarar rændu. Síðani ránið hava sjórænararnir brúkt skipið sum móðurskip, til menninir av "Absalon" tóku tað fyrrapartin í gjár.
Gíslarnir og sjórænararnir eru nú umborð á danska skipinum. Gíslarnir sleppa heim, men tað er ikki avgjørt enn, hvat skal henda teimum umleið 25 sjórænarunum.