Danskt R´n´B í byin.fo

Danska R?n?B stjørnan Alex vitjar byin.fo hetta vikuskiftið. Hann fer á pall í Cippo fríggjakvøldið og í Eclipse leygarkvøldið. Rúni Djurhuus frá byin.fo sigur við planet.fo, at tey eru øgiliga spent eftir at fáa vitjan av Alex, og at áhugin millum gestirnar í Eclipse og Cippo er sera stórur. Fríggjakvøldið er Cippo karmur um rúsfrían dans við 15 ára aldursmarkið, meðan aldursmarkið í Eclipse er 18 ár, sostatt er talan um tveir ymiskar bólkar av fólki, og tí ber til at hava eitt útlendsk navn tvey kvøld á rað í Havn, vísir Rúni á.

 

Alex er kendasta andlitið í donskum R?n?B. Hann gjørdist fyrst kendur í heimlandinum, tá hann sum luttakari í Popstars valdi at fara burtur úr sjónvarpssendingini fyri at royna sína egnu yrkisleið. Hetta hevur gingið væl fyri hann. Nýggjasta fløga hansara var á donskum, og fekk góða móttøku bæði millum fólk og fjølmiðlar. Hon varð skapt í samstarvi við kenda danska framleiðslusamstarvið MadnessForReal, ið m.o. hava arbeitt við Black Eyed Peas og Ice Cube.

 

Ummælarnir vóru á einum máli um, at her var talan um eina frálíka fløgu frá einum framúrskarandi sangara.

 

Hetta er aðru ferð, at Alex vitjar í Føroyum. Stutt eftir útgávuna av fyrstu fløguni, spældi Alex í Eclipse.

 

Dj-Neon verður eisini í Cippo fríggjakvøldið og leygarkvøldið er DJ-Eddie í Eclipse.