Danskur flokkur fer í søguna

Broytir Sosialistiski Fólkaflokkurin í Danmark ikki ta politisku kósina, fer flokkurin í søguna um tíggju ár.

Tað heldur í hvussu er Pernille Frahm, sum sjálv er næstfremsta valevnið hjá Sosialistiska Fólkaflokkinum á valinum til Evropatingið í summar. Hon kemur við teirri døpru metingini í bókini "Mellem hængekøje og spændetrøje", sum kom út í gjár. Har skrivar hon millum annað, at flokkur hennara fær altsamt minni og minni týdning og hvørvur í tí politiska landslagnum í Danmark.

Pernille Frahm hevur verið í hornatøkum við leiðsluna í Sosialistiska Fólkaflokkinum fyrr. Formaðurin í flokkinum, Holger K. Nielsen, vil ikki gera nakrar viðmerkingar til tann dapra spádómin hjá floksfelaganum, skrivar Politiken.