Danskur høvundur deyður: Vita Andersen andaðist 78 ára gomul

Danski høvundurin og yrkjarin, Vita Andersen, er deyð. Hon gjørdist 78 ára gomul.

 

 

 

Danski høvundurin og yrkjarin, Vita Andersen, hevur latið lív. Hon gjørdist 78 ára gomul.

 

 

 

Andersen royndi seg á fyrsta sinni í 1977 við yrkingasavninum “Tryghedsnarkomaner”, sum veruliga breyt ígjøgnum.

 

 

 

Jacob Søndergaard, fyrisitingarstjóri, vísir á týdningin av rødd Andersens. Verk hennara fara at liva víðari, tí ávirkan hennara á yngri skald er ovurstór. Slíka ávirkan hevur hon tó ikki altíð havt- hon umboðaði ein kritiskan og sjálvkritiskan stíl, sum ikki bleiv viðurkendur tá.

 

 

 

Vita Andersen hevur ognað sær fleiri prísir og heiðurslønir. Hun fekk m.a. “De Gyldne Laurbær”.