Hondbóltssambandið fær vitjan í dag, tá ítróttastjórin í danska hondbóltssambandinum, Morten Hendriksen, og aðalskrivari, Morten Stig Christensen, vera í Føroyum. Tað skrivar Hondbóltssambandið.
Teir báðir eru kendir í hondbóltsheiminum, og hava átt virknan leiklut í stóru framgongdini, sum hevur verið í donskum hondbólti. Morten Stig Christensen er eisini kendur sum gamal landsliðsspælari, sjónvarpsvertur og ítróttastjóri í TV2.
Teir báðir fara millum annað at hyggja at dysti í bestu mansdeildini, venja U15-dreingirnar í leikaramenningini hjá HSF, og hava fyrilestur fyri venjarum og øðrum.
Hóskvøldið er fyrilestur fyri øllum áhugaðum í høvuðssætinum hjá BankNordik, tá Morten Stig Christensen fer at hugleiða um lív og yrkisleið sína, greiða frá um danska hondbóltssambandið, danskan breiddar- og elituhondbólt, umframt annað.