Danskur miðvallari flytur av Skála og vestur í Vágar

Nicolai Dohn hevur skrivað undir sáttmála við 07 Vestur

07 Vestur hevur skrivað undir sáttmála við miðvallaran Nicolai Dohn. Nicolai er komin til landið, og var í kvøld fyri fyrstu til venjing á Dungasandi, skrivar 07 Vestur.

 

Nicolai er ikki ókendur í føroyskum fótbólti. Hann spældi seinasta kappingarár við Skála. Fryntligi danin byrjaði sína yrkisleið í AC Horsens, har hann eisini royndi seg í superliguni. Síðani hevur hann spælt við Nykøbing FC, Skive IK, Skála og nú 07 Vestur.

 

Á verjukenda miðvøllinum hevur Nicolai leiklutin sum stríðsmaður. Hann er ikki bangin fyri at fara inn í duellir, og hann eggur nógv fyri. Hann er eisini ein leiðaratypa. Tað verður eitt gott íkast til okkara hóp, skrivar 07 Vestur í kvøld.

 

Sambært FaroeSoccer hevur 26 ára gamli Nicolai Dohn spælt 22 dystir og skorað eitt mál í bestu føroysku deildini.