Tá eitt av størstu donsku mutursmálunum kom undan kavi í Afghanistan í 2010, valdi táverandi danski menningarráðharrin, Søren Pind, ikki at kunna fólkatingið um tað, sum fór fram.
Tað skrivar danska dagblaðið, Informatión.
Málið snúði seg um ein av tættastu samstarvsfeløgunum hjá Danmmark, sum var afghanski ráðharrin fyri økismenning, Jarullah Mansoori, ið longu frá fyrsta degi vísti seg at vera stórliga uppi í mutri og rotinskapi.
Eg kunnaði ríkisgrannskoðanina, og tað helt eg vera nóg mikið at gera við málið, sigur Søren Pind, nú formaðurin í uttanríkisnevndini hjá Fólkatinginum, Per Stig Møller, hevur víst á, at fólkatingið altíð eigur at verða kunnað beinanvegin í slíkum málum.