Í morgin fyllir Margretha drotning 77 ár, og spyr tú danska kongshús serfrøðingin Sebastian Olden-Jørgensen, so er tað møguliga síðstu ferð, at hon heldur føðingardag sum drotning í danska kongaríkinum.
Tað skrivar eb.dk í kvøld.
Tí seinastu árini hevur verið rumbul um kongshúsið. Serstakliga eftir, at Henrik prinsur fór á pensjón. Tíðindi, sum drotningin kunngjørdi í nýggjársrøðuni í 2015.
Tað hevur merkt danskar miðlar serliga nógv, tí at kalla hvørja ferð drotningin hevur verið til eitt alment tiltak, so hevur tað verið uttan mann hennara.
Danski serfrøðingur sigur við eb.dk, at innan komandi árið er gullbrúdleyp og 50 ára føðingardagur hjá krúnprinsinum á skránni, og tí er høvi at hyggja nærri eftir valdsbýtinum í kongshúsinum.
- Tað er eitt ár við fleiri stórum merkisdøgum í familjuni, og samstundis eitt ár við fleiri avbjóðingum, tí Henrik prinsur og hansara pensjón leggja trýst á drotningina, sigur Sebastian Olden-Jøgensen við eb.dk.
Tískil er hansara meting, at innan eitt ár er farið, er ein nýggjur persónur á odda fyri danska kongshúsið.
- Hon sigur tað ikki beinleiðis, men hon hevur verið minni avvísandi fyri at fara av trúnuni í seinastuni. Hon hevur latið krúnprinsaparið taka sær av fleiri stórum tiltøkum, sigur hann.