Danskur sigur í Ukraina er bæði góð og ring tíðindi fyri Føroyar

Eftir at danir tóku fremsta plássið í bólkinum í kvøld, er opið stríð um næstfremsta plássið

Dysturin Føroyar - Montenegro verður leiktur hósdagin 13. juni klokkan 18.30

Eftir at føroysku landsliðsleikarnir vóru lidnir við venjingina undan dystinum ímóti Montenegro í annaðkvøld, var høvi at síggja hin dystin í bólkinum, sum var ímillum Ukraina og Danmark í Kiev.

Eins og ímóti Føroyum vístu ukrainsku leikararnir, at teir eru sera góðir á heimavølli, men tað var ikki nóg mikið ímóti donsku heimsmeistarunum, ið at enda vunnu 33-30, og harvið tryggjaði sær fremsta plássið í bólkinum, umframt atgongumerkið til EM 2020.

Longu undan dystinum var greitt, at Føroyar kunnu ikki røkka næstfremsta plássinum, ið eisini hevur eitt pláss í EM-endaspælinum við sær. Kortini er ein tepur møguleiki. Les meira um tað á in.fo seinni.

 

 

 

Montenegro skal vinna á Føroyum

Montenegriski hópurin man hava fylgt væl við dystinum í Kiev, tí úrslitið merkir, at Montenegro við sigri á Føroyum í annaðkvøld og á Ukraina sunnudagin, spælir seg til endaspælið.

Tí er eingin ivi um, at Montenegro fær eina eyka orsøk at spíla seg út á fyribils føroyska heimavøllinum, Farum Arena, í annaðkvøld. Og hetta kemur afturat hevndarhugin, ið montenegrisku leikararnir longu frammanundan hava, eftir at tað eydnaðist Føroyum at vinna sær eitt stig í Montegro í heyst.

 

Munnu danir taka sær av løttum?

Hetta merkir kortini eisini, at danir ikki noyðast at spíla seg so nógv út, tá ið teir eiga heimavøll ímóti Føroyum sunnudagin í Aalborg. Eitt nú hevur danski landsliðsvenjarin gjørt greitt, at hann ætlar ikki at seta heimsins besta leikara 2019, Mikkel Hansen, á vøllin, um tað skuldi eydnast at tryggja fremsta plássið í kvøld. Nógvir av donsku leikarunum spæla í týsku bundesliguni og í fremstu donsku deildini, ið báðar endaðu um vikuskiftið. Harafturat spældi væntaði avloysarin fyri Mikkel Hansen, Lasse Anderson, bæði hálvfinalu og bronsudyst í Champions League farna vikuskiftið. Tí er sannlíkt, at danski venjarin vil seta sum minst í váða sunnudagin, tí flestu av donsku leikarunum hava spælt eitt hart, langt og krevjandi kappingarár, áðrenn teir kunnu fara í summarfrí eftir dystin ímóti Føroyum.