Fríggjadagin klokkan 17 fer danski sjónleikarabólkurin, Hils Din Mor, at spæla sjónleik í Sjónleikarhúsinum um eitt viðkvæmt evni, sum er serstakliga nógv uppi í tíðini.
Talan er um leikin, Hate Crime, sum er ein kærleikssøga, ið hevur vakt stóran ans, eisini í Føroyum síðani hann varð framførdur fyri føroyskum miðnámsskúlanæmingum.
Tí verður eisini ein almenn sýning í Sjónleikarhúsinum.
Framsýningin er ókeypis og tað verða tey, sum møta upp, sum fáa atgongumerki.
Kortini verður gjørt vart við, at børn undir 12 ár sleppa ikki inn.
Leikurin er um tannáringarnar Joe og Benjamin, sum ganga í 9. flokki og beint fyri summarfrítíðina fortelur Joe, at hann er samkyndur.
Tað førir við sær, at hann verður illa happaður.
Joe og Benjamin eru vinmenn og kanska meiri enn tað.
Men spurningurin er, um Benjamin torir at viðurkenna sín samleika, tí stúrir tú fyri at verða útihýstur, er tað so nógv lættari at hata tann tú elskar
Hate crime viðger happing, bólkatrýst, eltibløðrur og tann fyrsta kærleikan og onnur fleiri viðkvom evni, ið rørast ímillum næmingar í framhaldsdeildini í skílanum