Tónleikabólkurin Deiggj fara aftur á pallin í Klubbanum á Tvøroyri. Fyrstu ferð Deiggj spældu varð í 1981, og varð tað júst í Tvøroyrar Klubba.
Tvøroyrar Klubbi varð tá eitt tað best umtókta dansihølið í Føroyum. Síðani Deiggj byrjaði, hevur bólkurin verið virkin næstan øll hesi árini við skiftandi manningum.
Teir sum spæla við í dag eru teir flestu sum vórðu við stovna tónleikabólkin Deiggj. Hesir eru Dennis Lave, Pætur Dam, Páll Lave og Fróði Vestergaard. Afturat teimum eru komnir Sverri Heinesen og Herluf Hermansen. Hesir eru millum annað kendir frá bólkum sum Absurdy Fair og Present Past.
Tónleikurin sum bólkurin spælur til eitt slíkt tiltak, er dansivinarligur rocktónleikur mest frá 70´unum blandaður við nýggjari tónleiki. Nevnast kunnu eitt nú løg hjá Clapton, Santana, Cream, Rolling Stones, Uriah Heep, Deep Purple, Afzelius, Shubidua, Gasolin, Dire Straits, Gnags, Fleedwood Mac, Supertramp, Kára P, Martin Joensen, R.E.M. og eisini heimagjørd løg eru á skránni.
Bólkurin, sum hevur venjinghøli í Havn, hevur í eini 2 ár vant miðvíst hvørja viku, og ætlanir eru um at fara uttanlands at spæla komandi summar.
Tað eru sera nógv síðan Deiggj spældu til eitt alment tiltak í Klubbanum á Tvøroyri, men nú hevur Klubbin ætlanir um at hava fleiri dansitiltøk í Klubbanum við ymiskum bólkum. Hetta er sera gleðiligt, tí tørvur er á einum hugnaligum dansihøli í Suðuroynni fyri tey sum ikki longur eru tannáringar.
Deiggj hava seinastu 2 árini spælt fyri tað mesta í Kagganum, men eisini hevur bólkurin spælt til konsertrøðirnar, Livandi Tónleikur, Aftur í 80?ini sum var á Kambsdali og til Mentanarnáttina hjá Tórshavnar Býráð í fjør. Eisini hava teir spælt til onkrar veitslur.
? Hetta er so fyrstu ferð, at henda manningin spælir alment á Tvøroyri, og vónandi fara fólk at fáa eitt hugnaligt kvøld í Klubbanum leygarkvøldið 13. desember, sigur tónleikabólkurin í tíðindaskrivi.