Tað serstaka við at síggja filmin er, at hann hevur føroyskan undirtekst. Tað er Forlagið Fannir, sum hevur tikið stig til at teksta. Árni Dahl týddi úr íslendskum og fekk stuðul frá Þóru Þóroddsdóttir.
Annan páskadag, 5. apríl, gongur "Dansurin" so í Havnar Bio. Tá verður frumsýning. "Dansurin" er bygdur á stuttsøguna hjá Williami Heinesen "Her skal danses".
Nakrar av leikmyndunum eru tiknar upp í Føroyum: umborð á sluppini Jóhonnu, í Saksun og í Kolrti.
Føroyskir leikarar
Tað er gitni leikstjórin Ágúst Guðmundsson, sum hevur leikstjórnað. Tríggir føroyskir leikarar eru við, umframt eini 30 statistar. Leikararnir eru Jógvan Ósá, Kristina Hansen og Elis Poulsen, sum eisini hevur verið samskipari í filmsætlanini í Føroyum.
Sum heild koma leikararnir væl frá uppgávuni. Jógvan Ósá er danski presturin og hetta klárar hann væl og sum so ofta, er hann sera skemtiligur.
Elis hevur leiklutin sum maðurin, gesturn, sum finnur konu sína í hoyggjhúsinum við ungum kalli. Skemtiligur, og hann røkir sína uppgávu til fullnar.
Kristina Hansen hevur størsta leiklutin av føroysku leikarunum. Og hon gevur eisni størstu leiklistarligu framførsluna. Hon kemur sera væl frá sínum leikluti.
Betri enn Barbara
At siga, at "Dansurin" er betri enn Barba, er kanska at nærkast evinum frá skeivari síðu. Men lat okkum siga, at hann stendur einki aftanfyri, hóast hann neyvan er í sama flokki, hvat fíggjarligum viðurskiftum víðvíkur.
Barbara fekk nógva og óføra umtalu, áðrenn sýning. Føroyska samfelagið varð endavent stórsta partin av einum summari, og menn kendu ikki hvønn annan, tí skeggvøkstur í alskins litum fjaldi slips og undirhøkur.
Filmurin Barbara kundi næstan ikki liva upp til tað, ið væntað varð av filminum. Eingin vánaligur filmur, men vónirnar vóru ov stórar.
Eingin hevur í verkætlanini "Dansurin" givið hyggjaranum vónir. Men hyggjarin í Havnar Bio leygarkvøldið fór tess ríkari út aftur í Havnargøtur. Ein dámur av Heinesen sat í huganum, meðan tað ótilvitað ljóaði "Grani bar gullið auf heydi..."
Íslendnigar duga at gera film, tað hava teir víst áður, og í hesum føri fáa vit søgu og spenning í góðari blanding. Ein freistaðist viðhvørt til at hugsa enska orðið "action", hóast ein sat í filmsmyrkrinum og hoyrdi íslendskt og las føroyskt.
Góð søga
Enn einaferð eru vit í Saksun, umborð á slupp, millum fólk kýsa, føroyskum húgvum og menn við fløskuni í hálvhosuni.
Vit eru í brúdleypi. Brúðurin er ikki sørt hugtikin av manni, ið ikki er brúðgómur. Skip er í havsneyð og menn slíta dansin. Hin reysti kappin, sum brúðurin hevur gott eyga á, fremur roysnibragd, og meðan menn fara í línu niður á helluna, heldur hyggjarin ondini eina løtu.
Filmurin megnar at rúnarbinda og halda hyggjaranum væl niðri í stólinum. Hóast vit eru afturi í roykstovumyrkrinum, við róligum persónsmenskum og ljósinum frá eldstaðnum, lampunum, so er meira millum úthúsini, enn ein varnast í fyrsta umfari. Spennandi og skemtiligt. Og ástarleikurin trínur eisini dansin.
Fyrst og fremst er hetta ein sera góð søga, sum William Heinesen hevur skrivað. Men filmurin ger ikki bókini fyri skommum, tvørturímóti.
Dansurin
Árni Dahl og Brynolf Lamhauge løgdu íslendingum lag á dansin og kvøðingina.
Árni Dahl segði við undansýningina leygardagin, at hann hugsaði seg um meira enn eina ferð, tá hann varð biðin. Men, sum hann tók til, fáa útlendingar ikki ta hjálp, teir biðja um, so gera teir tað sjálvir.
Og dansurin gekk væl. Løgið at hoyra vísurnar á íslendskum, men tað venur ein seg beinanvegin við. Ikki minst, tí dansurin tóktist ganga væl. Tað sást og kendist, at her var ikki talan um nakað hissini. Leikarar hava fingið góða og serkøna hjálp, men teir tykjast eisini hava havt áhuga. Um tað ikki var, so hevði valla so mergjað úrslit fingist burturúr.
Tað, ið ofta tykist vera ein vandi, tó óvon, ella fremmand, trína dansin, er, at ferðin verður ov nógv. Men so varð ikki.
Dansurin gekk. Hann gekk væl og seigliga.
Tekst
Tað sermerkta við hesum eintakinum av filminum er, at føroyskur undirtekstur er. Forlagið Fannir tók stig til hetta. Árni Dahl týddi úr Íslendskum, stuðlaður av Tóru Tóroddsdóttur. Hugaligt, at slíkt fæst í lag. Og við góðum fólki handan ætlanina, er einki at siga til, at hetta er vælaverk.
Fíggjarligan stuðul til hetta eintakið av filminum veittu; Føroya Landsstýrið, Tórshavnar Býráð, Nordbok, Mentanargrunnur Føroya Løgtings, ónevndur, Fitur, Hammersheimbsgrunnurin, Forlagið Fannir, Havnar Bio, Atlantic Airways, Vágs Kommuna, Runavíkar Kommuna.
Tá filmurin er sýndur í Havn, gongur "Dansurin" eisini á Strondum, í Klaksvík og á Tvøroyri.