Dartkappingin nú í tveimum bólkum

Í eini roynd at fáa fleiri at spæla dart, er kappingin í einmansleiki nú býtt upp í tveir styrkisbólkar

 

Dartsambandið skipaði um vikuskiftið fyri næstu einstaklingakappingini hetta kappingarárið. Sum ein roynd at fáa fleiri at spæla dart, er kappingin í einmansleiki nú býtt í tveir bólkar.

Ein A-bólk, sum er ætlaður teimum royndu spælarunum, ið venja miðvíst og leggja doyðin á góð úrslit, og ein B-bólk, ið er ætlaður nýggjum spælarum og teimum, ið líka so gjarna spæla fyri at hava tað stuttligt sum fyri at vinna.

Men royndir spælarar kunnu eisini enda í B-bólkinum, tí A-bólkurin er avmarkaður til 16 spælarar. A-bólkurin var hesaferð fullmannaður, meðan 10 leiktu í B-bólkinum.


B bólkurin

Jan Erik Fjallstein og Kjell Johansen leiktu seg fram til finaluna í B-bólkinum. Jan Erik hevði í hálvfinaluni vunnið ein tryggan 5-0 sigur á Gunnari Mouritsen, meðan Kjell hevði vunnið 5-1 á Jóhan Hansen.

Flestu settini í finaluni vóru undir 20 pílar og tað sást týðuliga, at hetta vóru menn, sum saktans kundu gjørt um seg í A-bólkinum, har einans 16 luttakarar sleppa framat. Jan Erik Fjallstein vann finaluna 6-4 og hevur tryggja sær luttøku í A-bólkinum til komandi kapping.


Favorittar snávaðu

Í A-bólkinum fullu fleiri av favorittunum tíðliga. Henrik Pedersen megnaði ikki at spæla seg til annað umfar, Alvin Egholm snávaði í øðrum umfari, og Petur Grønagarð, sum vann fyrstu kappingina í ár, tapti í fjórðingsfinaluni móti Oddfinni Hansen.

Oddfinn leikti í hálvfinaluni móti Poul Poulsen. Poul fann veruliga stórspælið fram og vann 5-1 við dagsins hægsta miðtali. Í hinari hálv-finaluni leiktu Flemming Hansen og Remy G. Hansen. Hvørgin teirra leikti serliga væl, men Remy vann sannførandi 5-1.

Vóru hálvfinalurnar ójavnar, so var finalan hinvegin sera jøvn. Hvørki Poul ella Remy byrjaði serliga væl. Tá støðan var 4-2 til Poul, høvdu teir fingið nervarnar upp á pláss, og báðir fóru brádliga at spæla rættuliga væl. Løtu seinni var støðan 5-5, og vinnarin skuldi sostatt finnast í 11. og avgerandi settinum. Poul dróg longra stráðið og kundi fara til húsa við stóra ferðasteypinum og 14 stigum til styrkilistan. Eyðun Samuelsen átti dagsins hægsta útgang (118), meðan Remy G. Hansen brúkti fæst pílar (13).


Tvímansleikurin

Í tvímansleiki luttóku 14 pør. Flestu spælararnir høvdu ein ringan dag í bólkaspælinum, og bert Flemming Hansen og Jens Petur Poulsen vístu gott spæl allan vegin. Teir hittu í hálvfinaluni Remy G. Hansen og Páll Dam. Remy hevði havt 4 útgangir omanfyri 100, men annars hevði spælið verið svingandi. Remy og Páll megnaðu tó avgjørt at gera um seg í hálvfinaluni, sum gjørdist sera spennandi og endaði við 5-4 sigri til Flemming og Jens Petur.

Eisini í hinari hálvfinaluni máttu øll 9 settini spælast fyri at finna ein vinnara. Teir sigursvandu Henrik Pedersen og Poul Poulsen leiktu móti Jackie Joensen og Bjarna í Stórustovu. Henrik og Poul høvdu havt eina heldur trilvandi byrjan uppá dagin, men teir megnaðu allíkavæl at koma í finaluna við at vinna 5-4 á Jackie og Bjarna.

Lagt varð sostatt upp til eina spennandi finalu. Og spennandi gjørdist hon eisini. Finalurnar verða leiktar best av 11 settum, og ikki fyrr enn í 11. settinum fall avgerðin. Henrik og Poul vuksu - sum so ofta áður - við uppgávuni og vunnu finaluna 6-5. Henrik og Poul høvdu eisini dagsins besta sett (13 pílar), meðan Remy G. Hansen og Páll Dam høvdu hægsta útgang uppá 125 (reyðan bull - grønan bull - reyðan bull).

Tað næsta á skránni í dart er liðkappingin, sum byrjar 17. november. Styrkilistin, skráin og úrslit annars eru at síggja á tekstvarpsíðu 230.