Tann17. juni fer enski lívfrøðingurin og professarin Robert James Berry at halda fyrilestur í Føroyum um oyggjalívfrøði og lívmenning Enski lívfrøðingurin og professarin Robert James Berry - vanliga nevndur Sam Berry ? fer mikudagin 17. juni 2009 at halda fyrilestur í Føroyum um oyggjalívfrøði og lívmenning. Sam Berry hevur nýliga givið út bókina Islands, og fyrilesturin fer m.a. at taka støði í bókini.
Høvi verður eisini at síggja smærri framsýningar við lutum úr føroysku náttúruni, ið lýsa læru Darwins.
Tiltakið verður í framsýningarhølunum hjá Náttúrugripasavninum á Debesartrøð mikukvøldið 17. juni 2009, kl. 19.30.
Tiltakið verður skipað í sambandi við, at 2009 er lýst sum eitt serstakt Darwin ár ? tað eru 200 ár síðani Charles Darwin varð borin í heim, og 150 ár síðani bókin On the Origin of Species kom út. Fróðskaparfelagið, Lívfrøðingafelagið og Náttúrugripasavnið hava í felag lagt eina skrá tilrættis fyri 2009, har feløgini á ymiskan hátt lýsa persónin, læruna um lívmenning og hvønn týdning hansara arbeiðið eftirfylgjandi hevur havt á m.a. lívfrøði, heimspeki og bókmentir.