David Beckham takkar fyri seg

David Beckham hevur boðað frá, at hetta verður hansara seinasta kappingarár sum yrkisfótbóltsspælari. Hann er eftirhondini blivin 38 ár

 

Hann er heimskendur, hevur vunnið meistaraheitið í Onglandi, Spania, USA og í Fraklandi. Enska fótbóltslegendan, sum byrjaði sína yrkisleið í Manchester United, hevur spælt 115 landsdystir. Fleiri enn nakar annar útispælari. David Beckham takkar Paris Saint-Germain fyri møguleikan at umboða felagið, men ásannar at tíðin er komin til at gevast sum yrkisfótbóltsspælari.

 

David Beckham var partur av tiltikna 92 flokkinum hjá Manchester United, sum taldi menn sum Paul Scholes, Ryan Giggs, Phil Neville, Gary Neville og Nicky Butt. Hann var partur av liðum hjá Manchester United, sum setti seg tungt á enskan fótbólt mitt í 90 unum. Í 2003 skifti hann til Real Madrid har hann eisini vann spanska meistaraheitið. Í 2007 skifti hann til LA Galaxy í USA. Her megnaði hann eisini at vinna meistaraheitið, umframt at hann var útleigaður í tveimum atløgum til italska AC Milan. Í ár skifti hann til nýríka Paris Saint-Germain í Fraklandi. Her eydnaðist honum aftur at vinna meistaraheitið.

 

David Beckham spældi sín fyrsta landsdyst fyri Ongland í 1996 móti Moldova. Hann hevur havt bæði niðurtúrar og upptúrar við landsliðnum. Hann varð gjørdur til syndabukk, tá Onglandi tapti fyri Argentina í HM endaspælinum í 1998. Hann varð útvístur í seinna hálvleiki. Um aldarskiftið varð hann gjørdur til liðskipara og átti avgerandi fótin, tá Ongland vann sær pláss í HM endaspælinum í 2002. David Beckham náddi at spæla 115 landsdystir. Bara Peter Shilton hevur spælt fleiri.

 

David Beckham er eisini kendur uttanfyri vøllin. Umframt at verða partur av fleiri lýsingum, so er hann giftur Victoriu Adams, nú Beckham, sum tá var limur í gentubólkinum Spice Girls. Tey eiga børnini Brooklyn, Romeo, Cruz og Harper.