David Edvardsen til Kyndil

Kyndil hevur gjørt avtalu við David Edvardsen um, at David spælir við besta mansliðnum hjá Kyndli næsta kappingarár, skrivar heimsíðan hjá felagnum.

 

David Edvardsen spældi seinast í Føroyum fyri tveimum árum síðan við Neistanum, tá Neistin vann bæði FM-kappingina og steypakappingina. David var toppskjútti í FM-kappingini síðsta árið, hann spældi her.

 

Seinastu tvey árini hevur hann spælt við Nykøbing-Falster í donsku kvalifikatiónsdeildini, men í august gongur leiðin so aftur til Føroya, hesaferð í grønu troyggjuna hjá Kyndli.

 

- Mær dámdi sera væl at spæla í Føroyum, fyrst við StÍF og so við Neistanum, og eg var ógvuliga fegin um tey fólkini, eg hevði rundan um meg. Hesi tvey árini, eg havi verið í Danmark, havi eg saknað hondbóltin í Føroyum, og eg gleði meg at koma aftur. Tað verður spennandi at síggja, hvussu langt vit kunnu bera Kyndil í landskappingini og steypakappingini, sigur David Edvardsen við heimsíðuna hjá Kyndli.

 

Finnur Hansson, spælandi venjari hjá Kyndli, sum fer at venja mansliðið saman við Hjalmari Klein Olsen næsta kappingarár, fegnast um, at David Edvardsen kemur at spæla við Kyndli. Frank Askildsen, sum spældi á høgra vongi farna kappingarár, fer burtur í útbúgvingarørindum, so nýggjur maður skuldi finnast fyri hann.

 

- Vit eru sera fegnir um at hava fingið David Edvardsen í hópin. Hann er ein góður skjútti bæði á høgra vongi og høgra bakki, og hann var toppskjútti í kappingini, tá hann var her seinast. Í Kyndli satsa vit sum mest upp á egið spælaratilfar, men nú Frank fer burtur, stóð plássið tømt, og tá vit fáa ein so góðan spælara sum David, taka vit sjálvandi av, sigur Finnur Hansson við Kyndil.fo

 

Onkrir einstakir brikkar skulu upp á pláss aftrat hjá kyndilsmonnum, og tá teir eru komnir upp á pláss, er hópurin til næsta kappingarár klárur, upplýsir Finnur Hansson at enda.