?Hendes Majestæt Danmarks Dronning (tey hava heilt slept ?af Guds Nåde? og ?de venders og gothers?) er Færøernes Statsoverhoved. Dronningens repræsentant er Færøernes lagmand.....!?
Soleiðis!
Hesin barberaði cancelii-artikkul-15 í uppleggingum frá landstýrinum til donsku stjórnina frøddi mangt sambandshjarta. ?Oyjøsus?, tók ein eldri fornem og hástór sambandsk havnarkona til tvørturum diskin í einum blómuhandli herfyri, -?so eru vit væl stadigvæk i kongaríkinum. Og so er Margretha den Anden væl stadig okkara dronning!?
Tja. Er tað nú heilt rætt, hugsaði eg uttan at blanda meg. Forrestin eisini rættiliga líkaglaður. Men ein gamal vinmaður, sum hevur gingið í fullveldiskoti síðani Høgni Hoydal varð føddur, kundi ikki halda sær. Kom sum ein annar Livingstone út úr eini stórfingraðari hangandi gummiplantu í útsynningshorninum, mutlaði okkurt um Commonwealth-skipan og idiotiskar kransakøkufigurar, og fór á dyr við eini mini-rhododendron fyri 40,- kr í hondini.
Eg var fangaður. Sambandskonan hevði í øllum sínum veldi sperrað útgongdina millum tveir urtapottar í býráðsstødd. Minti um eina gamla koloniharrafrúu. ? ?Tú tín lortungi, tit skræða tykkum um alt, og eisini hattar. Verður Margrethe Den Anden framdeilis dronning eftir leysrívilsið, ella hvat? Verður hon ikki dronning fyri alt rigsfællesskabet?????
Sakin!
Slapp rímuliga burtur úr fyrsta parti at greiða frá muninum millum ríkis- og ríkjafelagsskap. At ríkjafelagsskapur var fleirtalsorð, at vit ikki fóru úr men inn í ein ríkjafelagsskap, har Margretha framvegis var drotning, eins og enska drottningin var drotning fyri australar o.s.fr. Men harífrá og til at fata, at Grønland kortini framvegis varð verandi í ríkisfelagsskapi við Danmark, og at samráðingarnar skuldu vera millum Føroyar øðrumegin og ?Kongeriget Danmark? hinumegin, tað var ov langt fyri gomlu, tí nú sótu føroyingar eftir hennara tykki knappliga báðumegin borðið.
Og so haðanifrá at skilja, at Margretha sjálvt eftir allar uppfyltar fullveldisdreymar framvegis verður ?statsoverhoved?, og at umboðsmaður hennara er tann til eina og hvørja tíð sitandi løgmaður ? nei, tá bannaði hon, tí einki skuldu hon bukka og skraba fyri nøkrum fullveldisløgmanni ella ?stedfortredara?, óansæð hvussu nógv fjaðraprýði hann fekk. Hon fór á dýr við havgron, sjabbandi ein posa við hvítum og reyðum blómum, hon skuldi pynta stovuvindeyguni við til ?dronningens fødselsdag?. Altso Ingrid.
Nú var eg bara 5 minuttir ov seinur at heinta betra partin frá arbeiði, og helt meg vera slopnan. Út millum urtapottarnar fekk eg annan fótin út um, tá eg hoyrdi uppgevandi røddina á henni aftur um húsarhornið, stevnandi við fullari ferð aftur ímóti mær:
?Hvat betýðir De Høje Kontraherende Parter???????
Ufffff! Eg fekk lirað eina orðabókaramsu av mær um sáttmálar og semjur og kontraktir, og ikki minst um javnbjóðis sáttmálapartar, lirkaði meg inn í bilin og royndi at fáa hurðina aftur, meðan eg startaði og fekk trygdarbeltið uppá.
-?Jammen, jammen.........? var tað seinasta eg hoyrdi, meðan eg í speglinum sá hana veipa Dannebrogslitirnar í plastiksposanum yvir høvd. Mátti løtu seinni geva einum ungum praktikkanti rætt, soleiðis sum yrkadagur mín fer í smápetti av irriterandi og tíðarkrevjandi práti. Hann helt tað skuldi itið ?De Høje Irriterende Parter?.
Forrestin gloymdi eg at keypa rósurnar.