Decco í Camp Bastian

Rokkbólkurin, Decco, hevði fríggjakvøldið eina konsert í Camp Bastian í Afghanistan. Teir eru nevniliga á eini konsertferð í Afghanistan, við endamálinum at spæla fyri herðmonnunum har, og serliga teimum donsku, ið eftir øllum at døma eru sera fegnir um vitjanina úr heimlandinum. Hetta kann vera við til at halda moralin hjá herðmonnunum uppi, og ikki minst at betra um umdømi hjá Decco. Á konsertini fríggjadagin høvdu teir eina sera villa framførslu, tá guitaristurin Stephans brendi guitarin, ið var illað farin av túrinum til Camp Bastian.

 

Tað var tað so óheppi, at tríggir danskir herðmenn komu til skaðis sama dag, orsaka av at teir koyrdu á eina minu. Tann danski rokkbólkurin fór at vitja hesar herðmennirnar, og ein kann ímynda sær, at hetta er bara við til at betra um umdømi hjá bólkinum. So alt í alt kann tað sigast, at Decco í stóran mun bæði dugir at ?branda? seg sjálvar og halda moralin hjá donsku herðmonnunum uppi.