Deep Purple show í Havn

Leygarkvøldið 4 maj verður Deep Purple kvøld í Dansifrøi í Havn

 

Tað verður tann vælkendi íslendski bólkurin, Dúndurfréttir, sum fer at spæla løg hjá legendariska rockbólkinum, Deep Purple, fyri okkum hetta kvøldið.

 

Dúndurfrettir hevur verið í Føroyum tríggjar ferðir áður.

 

Fyrstu ferð var í 2009, tá ið bólkurin framførdi The Wall eftir Pink Floyd saman við Føroya Symfoniorkestri á trimum fullsettum konsertum í Norðurlandshúsinum.

 

Aðru ferð var í 2011, tá ið bólkurin framførdi The Dark Side of the Moon eftir Pink Floyd, har vóru um 800 áhoyrarum.

 

Og seinast Dúndurfrettir vóru í Føroyum, var í fjør, tá ið teir høvdu eitt Led zeppelin kvøld í Norðurlandahúsinum.

 

Nú koma teir so aftur til Føroya, hesuferð við tónleiki eftir Deep purple.

 

Deep Purple hevur eitt ótal av superhittum og her í Føroyum, eins og um tað mesta av heiminum, hevur bólkurin altíð verið sera væl umtóktur og nógvar LP plátir -og seinni fløgur- av bólkinum eru at finna í plátuhyllunum kring landið.

 

Aftaná konsertina við Dundurfrettir verður dansur og konsert við føroyska bólkinum Deiggj.

 

Deiggj hava seinastu árini lagt dentin á at spæla klassiskan rock frá sjetiárunum. Serliga kendir eru teir kendir frá Uriah Heep tiltøkunum teir hava havt, eitt nú saman við John Lawton, sum sang í Uriah Heep eitt skifti.

 

Deiggj spæla eisini løg hjá Clapton, Gasolin, Rolling Stones, the Doors, Dire Straits og øðrum.

 

Niðanfyri eru nakrar smakkiroyndir av Dúndurfrettir, tá ið teir geva seg í kast við Deep Purple.