Juventus vann eisini annan dystin í innleiðandi bólki G í HM-endaspælinum fyri felagslið í USA.
Frammanfyri 32.000 áskoðarum - og 35.500 tómum setrum - vann Juventus á Lincoln Financial Field leikvøllinum í Philadelphia 4-1 á marokanska liðnum, Wydad.
Juventus hevur seks stig fyri tveir dystir. Manchester City sum hevur trý stig spælir klokkan tvey í nátt mót Al Ain úr Sameindu Emirríkjunum. Wydad og Al Ain hava einki stig.
Juventus-Wydad 4-1 (2-1)
1-0 sjálvmál (´6 )
2-0 Kenan Yildiz ('16 )
2-1 Thembinkosi Lorch ('25 )
3-1 Kenan Yildiz ('69 )
4-1 Dusan Vlahovic, br. ('90 )
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá 4-1 sigrinum hjá Juventus á Wydad:
##med2##