Elias toppskjútti tá Sävehof vann á Aix í EHF European League

Tað eydnaðist Sävehof at vinna tryggan sigur á Aix á útivølli

Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdist við seks málum toppskjútti hjá Sävehof saman við Rune Schrøder tá svenska meistaraliðið vann ein flottan útisigur í EHF European League.

 

Sävehof var á vitjan hjá franska liðnum, Aix og við serliga einum góðum avriki í fyrra hálvleiki vann Sävehof ein rættiliga tryggan 30-25 sigur, ið er sera flott tá hugsað verður um hvussu torført tað er at spæla dystir á útivølli í evropeiskum kappingum. Í steðginum var Sävehof á odda 16-10, og tað munaði væl í samlaða roknistykkinum.

 

Málverjin hjá Sävehof, Bertram Obling spældi ein framúr dyst, og verður mettur av Göteborgsposten at vera besti leikarin hjá Sävehof í kvøld. Bertram Obling hevði 15 bjargingar í dystinum. 

 

Elias tók eisini síni tøk í verjuspælinum og fekk tvær tvær minuttirs útvísingar í kvøld.

 

Kroatiska liðið, Nexe sum Elias og hinir í Sävehof taptu fyri á útivølli í undanfarna umfari tapti í kvøld 28-34 (14-19) fyri slovenska liðnum, Gorenje.

 

Seinni í kvøld tekur La Rioja móti týska liðnum, Magdeburg.

 

Sävehof, Magdeburg og Nexe hava fýra stig hvør. Magdeburg hevur tó møguleika at vinna seg uppá seks stig í kvøld. La Rioja og Gorenje hava tvey stig hvør, og aftast er Aix við ongum stigi.

 

Komandi týskvøld spælir Sävehof á heimavølli í Partille móti Magdeburg. 

 

Komandi fríggjakvøld spælir Sävehof seinnu fjórðingsfinaluna í svensku steypakappingini á útivølli móti Alingsås. Sävehof er á odda 35-21 frá fyrru fjórðingsfinaluni.