Degns hús  ein spurningur um kenslur

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu


Bjørn á Heygum hevur grein í bløðunum, har hann tekur rættiliga dýran til og skírir málið um Degns hús at snúgva seg um avpressing og fíggjarligt svans. Somu­leiðis staðfestir hann, at gamla miðbýarumhvørvið í Havn­ini longu er oyðilagt og bøtist ikki, óansæð hvat hendir við Degns húsi.
At gera hetta mál til nakað so einfalt sum ein spurning um krónur og oyru, ber ikki til. Jú, um tað bert er peningi, ein hevur kenslur fyri. Men tey mongu, ið hava kenslur fyri okkara gamla og hugnaliga miðbýi í Havn við Vaglinum sum náttúrligum miðdepli, hugsa neyvan bara um krónur og oyru.
Ein og hvør dugir at síggja, at gamli miðbýurin og Vaglið verð­ur ongantíð tað sama aftur, um ein stórur handils- og skrivstovubygningur í fleiri hæddum verður reistur á stykkinum, har Degns hús standa.
Bjørn á Heygum nevnir tær túsundtals undirskriftirnar, ið vórðu innsavnaðar ímóti ætlanini at ríva Degns hús og byggja stórt og nýtt í staðin. Tá yvir 4.000 fólk skriva undir, má tað sigast at vera ein góð vegleiðing og ein góð mynd av, hvørjar kenslur fólk hava. Tí er av­gjørt einki forgjørt í, at vit sum kommunalpolitikarar í høvuðsstaðnum eisini virða eitt so fjølment ynski.
Tað er sjálvandi ein stór uppgáva hjá býráðnum at um­sita skattapeningin hjá borg­arunum so skynsamt sum gjørligt, men tað er ikki ein­asta uppgávan. Í hesum føri er annar tørvur mettur hægri, og eg ivist onga løtu í, at havnarfólk fara at fegnast um, at hetta stig verður tikið fyri at varðveita ein kæran blett av gomlu Havnini, so hann fær frið at verða ver­andi tað, hann er.
At gamli miðbýurin í Havn­ini óivað hevði verið vakrari og hugnaligari, um ikki nógv av tí varð bygt, sum longu er bygt, er einki at ivast í. Men fyri tað um nógv er komið upp at standa, ið kanska ong­antíð átti at komið, eigur tað ikki at merkja, at tað ikki ber til at varðveita tað, ið enn kann varðveitast.
Tað er eisini ein uppgáva og ein ábyrgd hjá okkum, ið eru vald at umsita høvuðsstaðin, at vit taka fyrilit fyri tí, ið er partur av identitetinum hjá býi okkara. Tað kann kosta, ja, men gjørdu vit tað ikki, hevði prísurin óivað verið nógvar ferðir størri, tí tað er altso ikki alt, ið kann gerast upp í krónum og oyrum!