Kári P hesumegin vegin og egin

Í dag fyllir kendi vísusangarin og yrkjarin Kári P. sjeytifimm ár. Í hesum sambandi hava lagt út hesa grein úr Sosialinum frá

Grein úr Sosialinum 7. august 2008:

 

Mikukvøldið vandi vísusangarin og yrkjarin Kári P. Í serstøkum hølum hjá Edvardi Nyholm Debess hesumegin ringvegin mitt í Havn ljómaðu klassikararnir hjá fólkakæra sangaranum, meðan hugni, prát og skrøgg eisini fingu rúm, tí lagið, formurin og spenningurin undan stóru framførsluni á Summar Festivalinum leygardagin tykjast vera í lagi. Sosialurin slapp við til venjingina.

 

 

 

Kári P hevur tvær útgávur á baki. Ikki hava framførslurnar verið so ovurhonds nógvar, men hóast hetta, so er hann ein hin fólkakærasti vísusangarin, ið føroyingar hava, og dygdin í bæði løgum og teksti hava gjør sítt til, at lítla rúgvan av gullkornum eru nærum øll sum ein vorðin fólkaogn.

 

Men hugurin hjá fynduga orða- og tónasmiðinum at koma í miðlarnar liggur á somu leið, sum útgávuvirksemið og framførlurnar; dygdini bilar onki, men hugurin at koma í ljósið er ikki rætiliga til staðar.

 

Kári P er egin í orðsins positiva týdningi. Ongin kann sum hann seta orð saman, skapa nýggj og seta løg til. Og hann telist millum tey pallfólk, ið sjáldan vitja pallin, og sum helst sær, at miðlafólk halda seg hinumegin ringvegin, fyri nú at nýta orðini, ið eru heitið á seinnu útgávu skaldsins.

 

Men mikukvøldið eydnaðist Sosialinum at sleppa við til venjing. Tað eydnaðist at sleppa at vera "fluga á vegginum", meðan Kári P vandi saman við Edvardi Nyholm Debess og Finni Hansen.

 

Venjingin fór fram hjá Edvardi, ið hevur gjørt sær góðar umstøður í húsunum við Tvørgøtu í Havn, har hann hevur samanbygt lítið úthús, og stovu við stórum rútum, við húsini. Alt gjørt so, at tónleikaumstøður eru frammaliga í huganum.

 

Hetta er sum ein annar heimur mitt í Havnini, har tónleikurin fær egið lív, uttan mun til, hvat hendir uttanfyri vindøgini og girðingina við alfaraveg í Havn.

 

##med2##

 

Shjjjj, Edvard Svevur!!

 

Klokkan er farin nakað av 20, tá eg banki á glashurðina í stovuni, tí eg eri gingin runt um húsini og inn í aldingarðin. Har inni sita teir og hugna sær, og prátið gongur um ymiskt søguligt og tónleikakent.

 

Á borðinum liggja eini 10-15 munnhørpur, allar í ymsum duri, og kaffi verður skonkt í myrkagulu kopparnar.

 

Og sum ein hugmynd, ið blaðmaðurin fær fyri onki, so verður prátað og roynt við einum framkomnum "stemmi-aparati", ið er við til at stemma guitarin, men eisini við til at byrja kvøldið og skapa rætta stemmningin, rætta huglagið.

 

Prátað verður um innspælingarnar av teimum baðum útgávunum hjá Kára, Vælferðarvísur í 1978 og Hinumegin Ringvegin í 1991. Men eisini verður farið longur aftur, um tónleik í sekstiárunum, tá Kári legði lunnar undir sína tónleikaleið, sum partur av beattónlekinum tá, men so er tað jú eisini so, at Kári og beiggi Edvard, Per Debess, sáli, spældu í bólki saman og eisini gjørdu ógloymandi bólkin Debess og Petersen, har nógv helst kenna og hava sungið við til reglurnar; "Hetta er ein søga um eitt hús sum var blátt,...".

 

Kári metir, at teir mundu vera teir fyrstu, ið soleiðis leiktu tveireinir við guitarum og munnhørpu.

 

Venjingin fer í veruleikanum fram í barnaheiminum hjá Edvardi og Edvard sigur seg annars minnast gamlan Fender guitara hjá Kára, og Kári sigur seg enn hava guitaran. Og so kunnu teir ikki halda sær, men mugu flenna, tí Kári minnist, at tá teir sótu uppi á kamarinum hjá Peri, so kom mamman upp og bað teir dempa, tí Edvard, sum jú er nakað yngri, lá og svav.

 

##med3##

Upp Finnur

 

Teir reisast og byrja spakuliga at hygga at skránni, ið Kári hevur gjørt fyri kvøldið, og eitt og eitt ljóma kendu løgini í stovuni í Tvørgøtu. Kettan - við stórum trompetkendum kraga um høvdið, reisist úr bleyta stólinum, meðan Kári syngur um Skalla Gríms Egil, og tekur leiðina í køkin, men sæst tó seinni aftur í stovuni.

 

Kári syngur og spælir sín Ovation guitara, Edvard spælir stóra kontrabassin, men hevur eisini eina fótpedal, ið slær á eina tamburin, við sín høgra fót. Ein uppfinning, sum Finnur sigst hava uppfunnið, og sum teir skemta við, at Edvard hevur ment til tað hon er.

 

Finnur er snillingur á tangentarnar og leikar klaver og harmoniku, men vísir seg eisini sum góðan blokkfloytuleikara. Og í støðum hava Edvard og Finnur eisini lagt kórrøddir tilrættis, so Kári kann ikki annað enn hugsa um afturhvarv (orðið, sum hann á sinni smíðaði fyri nostalgi), tí tað nú mest minnir hann um kórrøddirnar hjá The Beatles.

 

##med4##

Sum eftir ánni

 

Tað skýmir so smátt, tó at góðveðrið longir um kvøldið, alt meðan klassikararnir ljóma. Nakrir sangir eru trúgvir mótvegis kendu sniðunum, meðan aðrir fáa ein ham, ið er eitt vet øðrvísi, enn útgávan hevur vant okkum við farnu 30 árini.

 

Løg og tekstir standa sterk, tí dygdini bilar onki. Men eisini er hugaligt, at sangur, og ikki minst guitarspælið gongur, so leikandi lætt, og er gott.

 

Tá øll løgini eru vand, nakrir tímar farnir, og ljóðførini - og Egil, Kalli Katt og Villu víddirnar - aftur sleppa at hvíla, tykist onnur ró at hava lagt seg yvir lítla húsið og sólstovuna.

 

Hetta gekk sum eftir ánni og vísusangarin, troubadoururin, sang eitt tyssi av sínum sangum, og ikki nýttist honum stativ til tekstirnar, tí teir dugdi hann. Og soleiðis skal tað vera, hóast Kári ikki sigur seg hoyra til teirra, ið hevur fingið sær politikk á økinum, eins og aðrir, ið við vilja ikki vilja síggja ella hoyra sangarar, troubadourar, ið standa og lesa tekstirnar, meðan framført verður.

 

Tygara útsendi takkar fyri tónleikin, løtuna,og møguleikan at vera4. maður til venjing í hesi trio, ið ljóðar sum ein størri bólkur, og leitar sær út í kvøldarmyrkrið.

 

Glaður fyri at hava uplivað hesa venjing, ið gekk fyri seg mitt í Havn - hesumegin ringvegin - og tó er tað sum at koma úr heilt øðrum heimi, og aftur skula venja seg við veruleikan, har Kalli Katt strevast og fólk gerast vísmenn, tá tey fylkjast í flokk, og eru nokk.

 

Og ongin ivi er um, at fólk savnast og eru nokk, tá Kári fer á pall leygarkvøldið í Klaksvík.

 

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##