Deildarleiðarin kært suspenderingina

Deildarleiðarin á Heilsuskúlanum hevur kært avgerðina um at loysa seg úr starvi fyribils. Mentamálaráðið skal nú taka støðu til, um tað var rætt av rektaranum á Heilsuskúlanum at loysa Susanne Høgh Olesen, deildarleiðara úr starvi fyribils, meðan ein kæra ímóti henni verður kannað.

Súsanna Mortensen,rektari, gjørdi av at loysa deildarleiðaran úr starvinum frá 16. mars til 22. mai, eftir at nøkur av starvsfólkunum á skúlanum høvdu latið henni eina kæru um deildarleiðaran.

Susanne Høgh Olesen hevur nú kært avgerðina hjá rektaranum til Mentamálaráðið.