Deiligt at vera føroyingur

Føroyingar eru samanumtikið meira nøgdir við lívið, samanborið við norðurlendsku grannarnar. Tó knípir við álitinum á politikararnar

- Nei, hetta er ikki politiskt ”spinn”. Hetta er ikki ein politisk roynd at skapa eina fagra mynd av Føroyum, sigur Annleyg Lamhauge flennandi.
Hon er verkætlanarfólk hjá Fólkaheilsuráðnum, og hevur ábyrgd av at tekna føroyska partin av myndini hjá OECD av, hvussu fólk í ymsum londum kring heimin hava tað.
Føroyska kanningin vísir eina mynd, har fólk sum heild eru rættuliga væl nøgd við lívið. Føroyingar eru meira nøgdir, samanborið við norðurlendsku grannarnar.
Yvirskipaði spurningurin, har fólk á einum stiga frá eitt til 10 skulu geva til kennar, hvussu tey sum heild eru nøgd við lívið, liggja føroyingar á 7,9. Normenn eru á 7,7 á stiganum, íslendingar eru á 7,6 á stiganum, meðan danir eru á 7,5 á stiganum.
- Kanningin vísir greitt, at føroyingar kenna seg trygg, vird og fáa hvíld. Eisini í mun til norðurlendsku grannarnar, sigur Annleyg Lamhauge.
Hon leggur afturat, at sjálvandi kann tað tykjast eitt sindur løgið at spyrja ein persón í eini lítlari bygd í Føroyum, um viðkomandi kennir seg tryggan at ganga einsamællan úti um kvøldarnar. Men allir spurningarnar eru orðaðir eftir sama, altjóða leisti, sum OECD og Gallup World leggja í kanningini ”Better Life Initiative”, og tí verður spurningurin settur, eisini í Føroyum. Herheima svara væl oman fyri 90 prosent av teimum spurdu játtandi til spurningin.
Somuleiðis vísir kanningin, at føroyingar sum heild eru nøgdir við sítt arbeiði og liviumstøður annars.
Tó halda fleiri, útvið 20 prosent, at bústaðarmøguleikarnir og pengapungurin hóska ikki so væl saman.

Politikarar
Meðan føroyingar sum heild eru rættuliga væl nøgdir við lívið, so knípur við álitinum á tey, sum ráða fyri borgum. Sambært kanningini hjá Fólkaheilsuráðnum hava bara 46 prosent av teimum spurdu álit á ”landsins stýri”, sum tað eitur í spurnarblaðnum. Tað verður also ikki útgreinað, um talan er um landsstýrið, um samgonguna ella kanska løgtingið sum heild.
Meðan færri enn annarhvør føroyingur hevur álit á landsins stýri, so er øðrvísi í Norra. Har hava tvey av trimum, 66 prosent, álit á landsins stýri. Í Danmark hava 53 prosent av fólkinum álit á landsins stýri, meðan Ísland haltar langt. Í grannatjóðini fyri vestan, sum í 2008 upplivdi ein fíggjarligan rutsjutúr av teimum heilt stóru, hava bara 26 prosent av fólkinum álit á landsins leiðslu, sambært OECD-kanningini.
Í kanningini verða fólk eisini spurd, um tey halda at tað er mutur í politisku skipanini, tað veri seg landsstýri, løgtingi og kommunum. 27 prosent av teimum spurdu svara játtandi uppá spurningin um mutur. Í Norra er talið 25 prosent, meðan bara 15 prosent av dønum halda at mutur er í politisku skipanini. Eisini her brýtur Ísland frá norðurlendsku grannunum, tí heili 67 prosent av íslendingunum halda mutur vera í teirra politisku skipan.
Meðan álitið á landsins leiðslu er so sum so, so hava flestu føroyingar álit á sínum kommunustýri. Í hvussu er eru tey nøgd við teir kommunupolitikarar, ið eru vald at stýra teirra kommunu. Heili 79 prosent av teimum spurdu siga seg vera nøgd við sínar kommunalpolitikarar.

Ein støðumynd
Úrslitini av kanningini hjá Fólkaheilsuráðnum verða nú viðgjørt og lýst nærri. Sambært Annleyg Lamhauge er ikki sett út í kortið, at fleiri líknandi kanningar skulu gerast. Aktuella kanningin er meira at rokna sum ein lýsing av lívinum í Føroyum í dag, gjørd út frá teimum standardum, sum OECD hevur sett.
Sjálv er Annleyg Lamhauge sett í eitt tíðaravmarkað verkætlanarstarv í nakrar mánaðir, og skal hon taka sær av hesum arbeiði burturav.



FAKTA - Føroyar í mun til Norðurlondini:

Hevur tú álit á landsins stýri?
Føroyar 46%
Norra 66%
Ísland 26%
Danmark 53%

Er mutur í politsku skipanini?
Føroyar 27%
Norra 25%
Ísland 67%
Danmark 15%

Jaligar kenslur:

Kennir tú teg tryggan at ganga einsamællan úti um kvøldarnar?
Føroyar 95%
Norra 87%
Ísland 80%
Danmark 80%




FAKTA um kanningina

Leistur: OECD Better Life Initiative, har spurt verður um:

Lívsnøgdsemi
Útbúgving
Sosial tilknýti
Umhvørvi
Bústaðir
Heilsa
Arbeiði
Samfelagsluttøka
Work/Life javnvág
Tryggleiki
Inntøka


..

Ræðuliga gott á Facebook

Fólkaheilsuráðið vil hava góðar søgur um tað góða lívið í Føroyum, og har er Facebook miðilin.
- Vit vilja fegin hava fólk at fortelja sínar upplivingar um Føroyar og samfelagið sum heild. Facebook-síðan skal liva sítt egna lív, men skal avgjørt kunna brúkast sum íblástur hjá myndugleikum, kommunum, fyritøkum og øðrum, sigur Annleyg Lamhauge.
Higartil eru eini 2500 fólk knýtt at Facebook-síðuni ”Ræðuliga gott”, ið Fólkaheilsuráðið stendur fyri.