Pætur Jørgensen, sum alt árið hevur spælt á høgra bakki hjá HB, mátti leygardagin síggja síðsta dystin frá síðulinjuni, tí hann fekk skaða í næstsíðsta dystinum ímóti KÍ.
– Sjálvandi var tað keðiligt, at eg ikki fekk verið við, men tað var øgiliga deiligt at vinna síðsta dystin og so at fáa steypið. Tá 07 Vestur kom upp á javnt, var bara at vóna, at vit kundu fáa eitt mál aftrat, og tað fingu vit eisini, segði ein stórbrosandi Pætur eftir dystin í Sørvági.
– Nú er ein vika, síðani vit vistu, at vit blivu meistarar, men tað er ikki fyrr enn nú, at vit kunnu feira tað ordiliga. Vit hava havt tað stuttligt og hugna okkum hesa vikuna, men nú kann tað vera ordiligt ball.