Dekkini eru einastasambandið við vegin

­ Tí er tað av alstórum týdningi, at dekk og stýritoy verður kannað, áðrenn farið verður uttanlands at koyra, sigur Fríðrikur Bláhamar á Super Dekk Service, har teir í fjórðingsøld hava fingist við dekk o. l. burturav

­ Tað er av alstórum týdningi, at bilurin er væl skøddur, áðrenn farið verður at koyra uttanlands, sigur Fríðrik Bláhamar, sum rekur dekkfyritøkuna Super Dekk Service í Havn, sum seinastu fjórðingsøldini burtur av hevur fingist við dekk o. a., sum hartil hoyrir.


Fríðrik Bláhamar leggur dent á týdningin, dekkini hava fyri koyritrygdina.


­ Vit merkja tað kanska ikki so væl her í Føroyum, tí her koyra vit ikki so long og jøvn strekki. So skjótt vit eru komin upp í nógva ferð, so skulu vit aftur minka um ferðina. Men øðrvísi er á stóru motorvegunum niðri á fastlandinum, har ferðin í tímar kann liggja javnt á 150 km/t, sigur Fríðrikur Bláhamar.


­ Dekkini eru sambandið, bilurin hevur við vegin, og tí skulu tey vera í lagi - um trygdin skal vera í lagi, sigur hann.


Fríðrikur Bláhamar vísir á, hvat krevst av einum dekki, fyri at tað skal uppfylla trygdarkrøvni. Hann sigur, at slitbanin - ella mynstrið í dekkinum - skal vera í minsta lagi 1,6 mm tjúkt. Tað vil siga, at vit ongastaðni á slitbananum skulu kunna máta minni enn 1,6 mm djúpt millum mynstrið.


­ Fólk geva sær ikki nóg væl far um týdningin, dekkini hava, heldur Fríðrikur Bláhamar. Hann heldur, at orsøkin partvíst er at finna í tí, at vit í Føroyum ikki koyra so long strekki, og tí ikki merkja løgnu ristingarnar, sum standast av vánaligum dekkum.


Hann vísir eisini á annað, sum skal vera í lagi, ið hevur samband við dekkini. Hetta er serliga sporingin. At ein bilur verður sporaður merkir, at framhjólini verða stillað inn soleiðis, at tey standa paralelt í mun til hvørt annað. Gera tey ikki tað, stýrir bilurin ikki beint, og tá slítast dekkini ofta skeivt.


­ Men fólk halda ofta, at um annað forhjólið er slitið skeivt, so er tað sporingini, ið galið er við. Men so einfalt er tað kortini ikki, sigur Fríðrikur Bláhamar.


Hann vísir á, at her er tað so nógv annað, ið spælir inn. Fyri at kunna spora ein bil, skal alt stýritoyið vera í lagi. Tá krevst, at øll stýriliðini eru í lagi, at búsningar og legur eru í lagi, o. s. fr. Teir, ið átaka sær dekkskift og sporing eru eisini fúsir at umvæla nevndu lutir, sigur Fríðrikur Bláhamar.


Dekk kunnu rotna

­ Men tá vit tosa um dekk, so er tað ikki bara slitbananum og mynstrinum vit skulu hyggja eftir, sigur hann. Vit eiga eisini at hyggja eftir, hvørjum standi dekkið annars er í.


Hann vísir á, at ofta halda fólk væl til standa, tá tey síggja, at mynstrið er nóg gott. Men tá vísir tað seg kortini, at dekkið er rotið.


­ Tá bilur stendur nógv, slítur hetta eisini upp á dekkið. Hetta sæst við at hyggja eftir síðuni á dekkinum. ­ Ofta fara dekkini eisini illa av, at koyrt verður ov tætt av gongubreytakantinum - tá slítist síðan.


­ Vandin við rotnum og illa farnum dekkum er, at tá koyrt verður við nógvari ferð, verða dekkini sera heit. Eru tey tá ikki nóg sterk, kunnu tey bresta - og tá er vandi á ferð, leggur Fríðrikur Bláhamar dent á. Hann vísir samstundis á, at eitt vanliga slitið dekk - við mynstri, ið ikki uppfyllir 1,6 mm krøvini - er vandamikið á ein annan hátt.


­ Tað dekkið hevur ikki nóg gott vegtak - tað klárar ikki at halda bilinum nóg væl á vegnum. Er vátt - verður heilt galið, tí tá kunnu vit koma út fyri tí, ið nevnt verður »aqua-planning« at vatn kemur ímillum dekkið og asfaltið soleiðis, at bilurin missir takið, og tá er tað sum at koyra á ísi. Á motorvegnum er ferðin sera nógv og vandin er tí stórur, eru dekkini ikki í lagi. Fríðrik Bláhamar vísir á, at tað nýtist ikki at vera tú sjálvur, sum koyrir so ovurhonds skjótt, men kemur tú skeivt fyri á motorvegnum, so kann enda galið kortini, tí hinir bilarnir koyra so skjótt.



Tá dekk verða skift, verða tey vanliga eisini avbalanserað. Tað merkir, at kannað verður, um javnvágin í hjólinum er í lagi. Er hon ikki tað, fer hjólið at rista, tí hjólið er tyngri í øðrum stað - ella at miðpunktið ikki verður í sentrum á hjólinum. Fyri at bøta um hetta, verða lodd sett á felgukantin.


Her vísir Fríðrikur Bláhamar aftur á, hvussu nógv betri hetta merkist uttanlands enn í Føroyum.


­ Tað er aftur tað, tá koyrt verður leingi við nógari ferð. Tá merkjast ristingarnar væl - og tað eru til miklan ampa. At hjólið ristir forplantar seg aftur upp gjøgnum bilin og upp gjøgnum róðrið. Vandin er, at tú kanst missa tamarhaldið á bilinum, sigur Fríðrikur Bláhamar.


Okkara áheitan á tey, ið skulu koyra uttanlands:


­ Fáið dekk og stýrigreiðurnar kannað áðrenn farið verður?

góða ferð!